Týsdagarnar 2., 9. og 16. des. eru børnini í skúlabólkinum
boðin í skúlan kl. 9 til 11:30.
134
Rita navn títt mær í hjarta,
Jesus, kongur mín og Guð,
at ei sól, ei myrkur svarta
megna teg at máa út!
Hetta innsigl’ á meg set:
Jesus mín úr Nasaret,
hann, ið krossin mátti bera,
mær til sálargagn skal vera.
Kingo 1689. Gunnar Dahl-Olsen.
Lag: sum Sl. 183 b.
43
Tín miskunn, o Guð, er sum himinin há,
tín trúfesti røkkur til skýggja,
tín dýrd er um allan heimin at sjá,
tín kærleikssól lýsir til bíggja.
2. Sum fastbygda fjallið er rættvísi tín,
sum havdýpið ráð títt og dómar,
tú bønirnar hoyrir, ið leita til tín,
tín hátign og dýrd um oss ljómar.
3. So víða sum menniskjan byggir sær ból,
tín náði og miskunn man vaka,
tín vernd er trygg eins og veingjanna skjól,
hjá tær okkum einki kann saka.
4. Tú sálirnar frelsir, tú fagnar hvørt kind,
hvørt kykt, her á fold dregur anda;
hjá tær er lívsins hin æviga lind,
sum ljósborgir glitrandi randa.
Sálmur 36,6-10.
Ingemann 1845. J. Dahl 1911.
Lag: Sl. 335.
53
1. Ongum er so trygt at fara
sum Guðs lítla barnaskara,
fugli ei í leyvi fjøldum,
stjørnu ei í himnatjøldum.
2. Harrin er á Sions fjøllum
vernd og skjøldur fólki øllum,
vil teim miskunnsamur vera
og á faðirørmum bera.
3. Eingin eydna, eingin vandi
slíta av skal barnabandið.
Hann sum vinur ber av øðrum,
veit um alt í øllum førum.
4. Hann øll hár á høvdi telur,
hann hvørt tár úr eyga fjelur,
okkum føðir, okkum klæðir,
gleðir, um so sorgin bagir.
5. Hvat hann tekur, hvat hann gevur,
faðirs hjartalag hann hevur,
og hans vilji er hin sami:
barnsins sanna gagn og frami.
6. Væl tær veri, lítla skara,
Jákups Guð teg væl skal varða;
honum, sum fekk megi alla,
fíggindar til jarðar falla.
7. Og tá her er farin dagur,
neyð er lokin, tagna klagur,
børn øll síni rødd hans kallar
heim til gleði ævir allar.
Lina Sandell 1856. J. Dahl 1937.
Lag: Sl. 268.
Verið varin! Nýggju loftspláturnar liggja í “fitness-økinum” og tær tola lítið av. Tí verður heitt á øll, at lata loftsplaturnar fáa frið. Vónandi er bert talan um nakrar fáar dagar.
541
1. Nú hvítna tindar fjøllum á,
og gulnar gras í dali,
hitt síðsta tjaldrið landi frá
fleyg burt við túsundtali.
2. Tað fuglaberg, sum fyrr var bygt,
tað er nú tómt og oyðið,
har ikki sæst eitt fuglakykt,
ei heldur meir á heiði.
3. Har sátur stóðu fram við á,
er alt nú snøgt og nakið,
og epli, røtur, hvørt eitt strá
er komið undir takið.
4. Har summargrøna velta var,
bert slokkastrúgvar spjaddir,
á bø er komið lamb og ær,
tí kalt er millum hæddir.
5. Takk fyri ávøkst, Guð, tú gav
av bøi og av fjalli,
og alt, sum ført varð yvir hav,
og tað, sum er í hjalli.
6. Takk fyri hetta árið við
og alt á sjógv og landi.
Tú yvir vaksin lýs tín frið
og hvønn ein pilt á sandi!
7. Tey renna skjótt tey stuttu ár,
til heim tú manst mær boða;
og eftir vetur kemur vár
við sól og fjallaroða.
8. Og eina ferð vit fáa boð,
tá síðstu ferð vit anda.
Úr heiminum vit fara so,
hjá tær um ævir standa.
Grundtvig 1844. Robert Joensen (leysliga).
Lag: Sl. 243.
257
Arbeið, tí náttin kemur,
arbeið, tá rísur sól,
arbeið, tá døggin glitrar
morgunfrísk um hól.
Harrin til arbeiðs bjóðar,
kall títt er dýrt og hátt,
stórt er verkið at inna,
dagur líður brátt.
2. Arbeið, tí náttin kemur,
arbeið um middagstíð,
lat ikki dagsins møði
minka starv og stríð.
Minst til á hvørji løtu,
at tað er Harrans verk;
um tyngist tær á føti,
er Harrans náði sterk.
3. Arbeið, tí náttin kemur,
arbeið, tá setur sól,
arbeið, tá myrkrið sígur
yvir skýmdan hól.
Liva til Harrans æru,
nýt hvørja løtu væl,
so skal, tá nátt er komin,
hvíldin vera sæl.
Annie Coghill 1854. J. Dahl 1925.
Lag: Sl. 257.
Hósdagin 23/10-14 og fríggjadagin 24/10-14 møta næmingar í eldra bólki kl. 10:00.
Í morgunløtuni hesa vikuna, syngja vit sálm nr. 369
– afturat einum føroyskum og einum útlendskum sangi.
Gakk tú fram við góðum treyst,
tú ert ei aleina;
Harrin tó er tann, ið best
leiðirnar kann beina.
2. Firnast ikki myrkur svart,
bjartar stjørnur standa;
hevur faðirvár tú lært,
óttast tú ei vanda.
3. Fyri tí, tú veitst, er rætt,
doyggj, um so má vera;
tá skal lívið falla lætt,
deyðin einki gera.
Chr. Richardt 1867.
J.H. Poulsen og Niels Winther 1895.
Lag: Sl. 79.