Hesi boð eru komin úr Mentamálaráðnum:

Til allar fólkaskúlar

Mennandi samstarv í framtíðar skúlanum

Mikudagin 8. nov. 2017 skipa Mentamálaráðið og Nám fyri ráðstevnu fyri øllum lærarum og leiðarum fólkaskúlans. Ráðstevnan verður í Norðurlandahúsinum.

Næmingarnir fáa frí ráðstevnudagin. Heitt verður á allar skúlaleiðarar um at kunna heimini, skúlastýrið og kommununa so skjótt sum til ber, so næmingarnir hava trygg viðurskifti henda dagin, eingin skúlagongd er, og kommunur møguliga kunnu útvega næmingunum í yngstu flokkunum pláss í frítíðarskúlanum ráðstevnudagin.

Endalig skrá fyri ráðstevnuna verður lýst seinni.


…leggið til merkis “Ársætlan 2017/1018”.

Vinarliga
Jákup av Skarði, fyrstilærari

Í hampiligum veðri runnu røsku næmingarnir 10,2 km í miðal. Í SSS-renningini á Velbastað (25/9) runnu næmingarnir 9,3 km í miðal.

Til bar eisini at hvíla og verma seg í hølunum hjá Nólsoyar Bjargingarfelag.

Góðu nólsoyingar!

Hósmorgunin 5. okt. 2017 renna vit árligu skúlarenningina – í Nólsoy.

Heitt verður á øll at ansa okkum væl eftir næmingunum. 

Vit renna frá kl 8:30 til 11:00 og teinurin er, sum vant, norður um kirkjuna og út Klivar.

Er onkur vaksin, ið hevur hug at vera við, eru tit vælkomin.