Filmsverkætlanin 2019/2020

Børn, næmingar og vaksin arbeiddu sera væl í dag. Nógv er á skránni og nú tey arbeiða í bólkum, ræður um at arbeiða væl saman, soleiðis at vit fáa stundir til allar tær ymsu uppgávurnar.

Mikumorgunin koma Elin og Jonna – úr barnaútvarpinum – á vitjan. Strok hevur eisini fingið tilfar sendandi, so spennandi verður at fylgja við, hvussu filmsverkætlanin verður umrødd.

JavS

Skrubb skriðar sera illa og serstakliga um náttina. Tað ganga 2-3 vikur frá tí ein er smittaður, til skriðin byrjar. Ein kann smitta í hesum tíðarskeiði.

Tann sum hevur skrubb, skal viðgerast skjótast tilber, og samstundis skulu øll í húsinum viðgerast.

Vegleðing í samband við skrubb er á hesi slóð.

Vinarliga
Jákup

Í matarhöllini í Nólsoyar skúla ynskja vit, at næmingarnir eru friðaligir eina lötu, við borðið.

Í hesum sambandi velja lærararnir eitt lag, á uml. 3 min., at lurta eftir, meðan næmingarnir eta matpakka.

Mánamorgun er nýtt lag, ið næmingarnir kunnu royna at gita.

Hesi lögini eru higartil í 2020…

Vivaldi:

Harry Potter:

Star Wars:

Við bestu ynskjum um tónleikaríkt skúlaár.
Jákup av Skarði

Góðu næmingar!

Gott nýggjár 🙂

Í morgin møta vit aftur í skúlanum. Vælkomin niðan kl. 7:45 at práta – eisini við Perlu – telva, lesa eina bók, tekna…

Við bestu ynskjum um gott og læruríkt “tvey túsund og tjúgu”.
Lærararnir og fyrstilærarin