Góðu næmingar, foreldur og avvarandi!

Vónandi geva tit tykkum stundir at “hyggja inn” av og á. Tíðindi og myndir eru dagførd og nevnast kunnu áminningar um mánaðarkort og “Strok”.

Við bestu ynskjum
Nólsoyar skúli

Nú meðan vatnið skal kókast, hevði tað lætt óføra væl um, um næmingarnir tóku fullan vatndunk við afturvið matpakkanum.

Skúlabyrjan 2015/2016

Mánadagin 17. august byrjar skúlaárið 2015/2016.

Kl. 10:00-10:45 bjóða vit 1. flokki vælkomnum.
Kl. 11:00-11:45 bjóða vit 2.-7. flokki vælkomnum.

Við ynskjum um gott og læruríkt skúlaár
Nólsoyar skúli

Nýggj skipan við mánaðarkortum!

Næmingar skúlans, ið hava mánaðarkort, skulu fara á Farstøðina í Havn – við kortinum. Tá ber til at “fylla á”, at næmingar ferðast ókeypis í hálvt ár. Í skipanini á Ternuni, telja dagarnir síðani niður ein mánaða í senn, meðan hinir óbrúktu mánaðirnir standa og bíða. 1. desember verður síðani fylt á aftur.

Teir næmingar, ið ikki hava mánaðarkort, skulu fara á Farstøðina í Havn við kr. 50,-

Góðu tit!

Í summar er møguleiki at seta bilin í skúlagarðin.

Heitt verður samstundis á tykkum at lata portrini aftur, at gæs, hundar og onnur djór ikki dálka okkum skúlagarðin.

Vónandi verður ikki parkerað frammanfyri portrið, tí alneyðugt er at innkoyringin ikki er blokerað!

Við ynskjum um gott summar 🙂
Jákup

Góðu næmingar og foreldur/avvarandi

Seinasta vikan verður skipað soleiðis, at afturat gerandis undirvísingaravbjóðingum, skulu vit eisini “rudda av” og hugna okkum.

Felags vikuseðilin er hesin:

Mánadagin og týsdagin skulu næmingarnir taka við sær onkran posa – afturat skúlataskuni – at tey kunnu bera ymiskt heim við sær.

Mikudagin fara vit at renna og svimja í Havn. Teir næmingar, ið vilja sleppa at svimja í klæðum, mugu hava rein klæði við sær at taka við í svimjihøllina.

Hósdagin er trøllarenning á skránni.

Fríggjadagin møta næmingarnir kl. 10 og eru í skúla til kl. 12. Tá verður hugnaløta saman við flokslærara og síðani felagsløta at siga 7. flokki farvæl.

Tað hevði verið framúr at fingið pengarnar (í sambandi við myndatøkuna) sum skjótast.

Best um øll hava latið Jákupi pengarnar í seinasta lagi mikudagin 17. juni.

Ætlandi fáa tit myndirnar í seinasta lagi 23. juni.

Minnist til at myndatøka er í morgin – fríggjadagin 12. juni.

Vónandi hava øll sett kross við hvørji “mynda-ynskini” eru.

Børn og starvsfólk á Látrinum koma niðan uml. kl. 9, at ymsu systkinamyndirnar kunnu takast fyrst.

Einstaklingamyndir, floksmyndir o.s.fr., verða skipaðar sum tað hóskar best.