Fyribyrgjandi heilsukanning hjá kommunulækna til børn í 1. og 9. flokki

Øll børn í Føroyum hava rætt til fyribyrgjandi heilsukanning hjá kommunulækna, tá ið tey fara í skúla, og tá ið tey fara úr skúlanum.

Hetta er liður í almenna tilboðnum til øll børn og ung í Føroyum um fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna. Hetta tilboðið kemur afturat tilboðnum um heilsukanning hjá heilsufrøðingi.

Í lógini verður tilskilað, at børn og ung skulu fáa tilboð um níggju fyribyrgjandi heilsukanningar hjá kommunulækna.

Børn undir skúlaaldur skulu fáa tilboð um sjey heilsukanningar, tríggjar teirra verða gjørdar, áðrenn barnið hevur fylt ár.

Børn og ung í skúlaaldri fáa tilboð um tvær heilsukanningar. Tann fyrra stutt eftir, at barnið er farið í skúla. Tann seinna stutt fyri, at barnið fer úr skúlanum. Í hesum sambandi hava øll børn í 1. og 9. flokki fingið kort heim við úr skúlanum har mint verður á hesa heilsukanningina.

Heitt verður á foreldur um at venda sær til kommunulæknan, og biðja um tíð til fyribyrgjandi heilsukanning.

 

 

Fríggjadagin 30. oktober fara vit til Nólsoyar við Seturstokinum.  Hetta er eitt tiltak, har fólk av Fróðskaparsetrinum fara út á skúlar við verkstovum og mentanarligum tiltøkum. Vit verða í Nólsoyar skúla.

Við í tiltakinum í Nólsoy verða umframt Nólsoyar skúli eisini Velbastaðar skúli, Kaldbaks skúli og Frískúlin í Havn. Tiltakið vendir sær til miðdeild og hádeild, t.v.s. frá uml. 4 fl. og uppeftir.

Við “Seturstokinum” eru starvsfólk og lesandi á Fróðskaparsetrinum, og evnini verða rættiliga fjølbroytt, bæði innan náttúruvísindi og hugvísindi. Eisini framførir Rógvi Dam einmansleik um happing.

Fyrraparturin verður skipaður við verkstovum. Seinnaparturin byrjar við við einmansleiki um happing, sum er ætlaður skúlabørnum. Síðan verður farið undir onnur tiltøk, har bæði smærri børn og vaksin eru sera vælkomin.

Foreldur og onnur eru sera vælkomin at koma út til Nólsoyar at uppliva Seturstokið saman við okkum seinnapartin. Báturin siglir úr Tórshavn kl. 12.30. Skráin er løgd soleiðis til rættis, at eisini ber til at koma út við bátinum kl. 16.20 úr Havn og uppliva bæði vísindareyp, tónleik og framsýningar. Sí skránna niðanfyri.

Fyribilsskrá fyri tiltakið “Seturstokið í Nólsoy”

07:55 Úr Tórshavn
08:30 Byrja í skúlanum
08:45 Verkstova 1
10:00 Verkstova 2
11:00 Vísindareyp (stutt útgáva)
11:15 Matarsteðgur (stuttur)
11:30 Verkstova 3
12:30 Eftirmetingarskjøl. Síðan matarsteðgur (ella heimferð)
13:00 Úr Nólsoy – tey sum vilja heim, hini halda fram
13:15 Rógvi Dam við einmansleiki um happing
14:00 Sangløta
15:00 Alment tiltak byrjar, við nøkrum av tiltøkunum sum vóru á verkstovunum, umframt gátur og framsýningar til bæði børn og vaksin. Fokusøkið verður fuglar.
15:30 Gykl við Rógva Dam
16:45 Vísindareyp
17:30 Tónleikaframførsla
18:00 Liðugt

Broytingar í skránni kunnu verða gjørdar.

Á FB-síðuni “Seturstokið”: https://www.facebook.com/seturstok sæst eitt sindur meira um Seturstokið.

Eisini hava portalarnir in.fo og Suðurrás skrivað um tiltakið og víst myndir:

http://www.in.fo/news-detail/news/royna-at-gera-tad-stuttligt/?L=0oral.fo&cHash=da234c3d991af05021305a1f6723f16a

http://sudurras.fo/?p=46799

Eftir góðan evnisdag um “happing”, hava næmingarnir tveir spurningar at hugsa um til fríggjadagin:

  1. Hvussu er støðan viðvíkjandi happing í Nólsoyar skúla?
  2. Hvat kann eg gera um happing er?

Fríggjadagin 9. oktober verður gongu- og rennidagur í Nólsoy 🙂

Látrið og Nólsoyar skúli samskipa sum vant rennidagin og tiltakið er nú víðkað til at øll í Nólsoy eru vælkomin at njóta hesa løtu saman við okkum.

Vit hita upp á vøllinum á Mýrini kl. 9:40 og byrja so gongu- og rennileiðina við Avhaldshúsið umleið kl. 10.

Teinurin runt í bygdini – og út á Klivar – er 1 km og avger hvør einstakur luttakari hvussu nógv verður runnið ella gingið.

Kl. 12 fáa vit øll bollar og kaka á Látrinum.

Hesar tríggjar mikudagarnar til heystfrítíðina renna og svimja vit í Havn. Vit møta sum vant í skúlanum og fylgjast til Havnar. Er einki annað avtalað við flokslæraran, fylgjast vit út aftur kl 12:30.

Týdningarmikið er at verða í hóskandi klæðum og at hava matpakka og vatndunk við.

Vit ganga niðan í svimjihøllina, leggja svimjiklæðini í gangin, og fara síðani á rennibreytina. Tá ið vit eru liðug at renna, fara vit aftur í svimjihøllina. Matpakkan eta vit í svimjihøllini, áðrenn vit ganga oman aftur á keiina.

Minnist til mánaðarkortini!

Góðu nólsoyingar!

Fríggjadagin 18. sept. 2015 verður skúlarenning í Nólsoy.

Næmingar av Velbastað og úr Kaldbak renna saman við næmingunum í Nólsoy, í “SSS-samstarvinum”.

Tí verður heitt á øll at vera sera ansin, meðan gott 100 børn renna.

Góðu foreldur!

Tykkum kunnugt, verður felags foreldrafundur týskvøldið 15. september 2015, í Nólsoyar skúla.

Í ár verður fundurin skipaður soleiðis, at seinna tíman eru øll foreldur at børnum í Nólsoy (0-18 ár) vælkomin niðan at umrøða SSP-tiltøk og “Tað trygga barnalívið”. Umboð úr SSP og sosialu deild standa fyri hesum partinum.

19:30 Felags foreldrafundur:

  • Skúlin
  • Skúlastýrið

20:30 Fyri øll foreldur at børnum 0-18 ár í Nólsoy:

  • SSP
  • “Tað trygga barnalívið”

Vit enda kl. 21:30

Við vón um gott ár!
Jákup av Skarði

Í morgin møta øll sum vant í skúlanum.

Kl. 8:20 fara 6. fl., 7. fl. og Jákup til Havnar á skeið í Spæliliðnum. Vit eru á skeið (í Dansifrøði) kl. 9 til 15. Næmingarnir fara út aftur kl. 16:20, um einki annað er avtalað við Jákup.

Næmingarnir skulu hava innandura ítróttarklæði við sær og best er um tey eisini hava innandura-skógvar.

Vit fáa ábit á skeiðinum.