Eins og undanfarnu ár, eru næmingarnir í komandi 1. flokki bodnir í skúla eina samanhangandi viku í mai.

Tí nýta vit hesa komandi vikuna at bjóða skúlabólkinum vælkomnum, samstundis sum 3. fl. fer upp í eldra bólk.

Góðu foreldur/avvarandi

Frá 1. juli er nýggj skipan galdandi fyri mánaðarkortini. Næmingarnir fáa skriv heim í dag.

Í stuttum kann sigast, at galdandi skipan heldur á til  30. juni. Frá 1. juli verður skipanin broytt, at mánaðarkortini verða galdandi í hálvt ár – fyri síðani at verða endurnýggjað 1. januar 2016.

Tað verður staðiliga heitt á foreldur at ansa eftir at næmingar hava mánaðarkort við sær, tá ið farið verður av oynni við skúlanum. Hevur næmingur ikki mánaðarkortið,  kann SSL krevja at goldið verður út aftur!

Vit møta aftur í skúla mikudagin 8. apríl.

Um viðrar verður farið til Havnar – at renna og svimja!
Minnist tí til hóskandi klæði, góðan matpakka og vatndunk.

…og sjálvsagt eisini mánaðarkortið!

Góðu næmingar, foreldur og avvarandi!

Enn eitt áhugavert og vakurt Strok er komið út.

Eg fari í tí sambandi at vísa á, at øllum ber enn til at tekna seg sum haldara.

Setið tykkum í samband við flokslæraran ella vitjið heimasíðuna www.strok.fo.

vh, JavS

Niðanfyri er brot úr fráboðan frá MMR:

“Í hesum sambandi skal verða sagt frá, at dagurin er ikki  frídagur hjá skúlunum. Mentamálaráðið hevur gjørt av, at 20. mars verður ikki lýstur sum frídagur í føroysku skúlunum.
Samstundis skal tó verða sagt frá, at um so er, at foreldur vilja, at teirra barn skal takast úr skúlanum henda dag, antin allan dagin ella lutvíst, so skal skúlin loyva hesum, tá foreldrini ella verji skrivliga hava vent sær til skúlan um hetta.”

(…brot endar)

Nú fer at verða tíð at endurnýggja mánaðarkortini.

Skipanin er tann sama, at foreldur mugu gjalda, og síðani geva/senda kvittan við upplýsingum um navn á næmingi og kontonummar, sum upphæddin skal flytast á.

Kvittan og upplýsingar skulu til Katrin Ellingsgaard í Mentamáladeildina í Tórshavnar kommunu.

Um tit keypa fyri ein mánað ella meira avgera tit. Til ber at keypa fram til 1. juli 2015.

e.s. Tá ið næmingur leggur mánaðarkortið til “terminalin” á Ternuni, sæst hvussu nógvar dagar goldið er fyri.

Starahús!

Evnið ásett er til leygardagsskúlan 31. jan. ’15 er “Starahús”.

Gongur sum ætlað, verður Nólsoyar skúli prýddur við ymsum starahúsum – í ymsum litum 🙂

Vit fara eisini upp á gólv. “Revurin reyði” er skrivaður niðanfyri á hesi síðu.

Við ynskjum um góðan og læruríkan leygardagsskúla.

Ein revur kom rennandi gjøgnum lundina ein dag
tá sá hann ein ravn sita í einum træ.

Men revurin reyði gjøgnum lundina rennur.

Og revurin skjótt til merkis legði,
at ravnurin nakað í nevinum hevði.

At tað var kjøt, tað sá hann brátt,
og kjøt tað dámar einum revi so gott.

Nú revurin hugsar við sjálvum sær,
handan kjøtbitan skal eg hava frá tær.

Góðan dag frú Ravn, ein gleði tað er,
at eg skuldi fáa at hitta teg her.

Ein vakrari fugl eg aldri sá,
tí búni er floyal frá topp til tá.

Men hevði eg einaferð hoyrt teg sungið,
tað ljóð skuldi aldri frá mær gingið.

At syngja fyri tær fellur mær so lætt,
hann gapar og bitin úr nevinum datt.

Og revurin eftir bitanum sprakk,
hann gloymdi at siga frú Ravn mangatakk.

Av hesum ein og hvør læra skal,
ikki at trúgva eini smikrandi tungu for væl.