Góðu næmingar og foreldur.
Helst hava tit longu lagt tað til merkis í ársætlanini, men bert fyri “sikkurtheits skyld”:
Leygardagsskúli verður 2. apríl 2022, kl. 09 til 12:45.
JavS
Góðu næmingar og foreldur.
Helst hava tit longu lagt tað til merkis í ársætlanini, men bert fyri “sikkurtheits skyld”:
Leygardagsskúli verður 2. apríl 2022, kl. 09 til 12:45.
JavS
Meðan vit hava vetrarfrí er eingin lektiu-café.
JavS
“Harumframt flyta næmingar frá skúlaárinum 2022/23 í Velbastaðar skúla í 7. flokk í Skúlanum á Fløtum og næmingar í Kaldbaks skúla flyta í 7. flokk í Eysturskúlanum.”
Næmingar hava nú fingið annaðhvørt Píka7 ella Strok.
Afturat frálíku bløðunum eru heimasíðurnar eisini góðar.
Vinarliga
Jákup av Skarði
Vegna korona er fyribils eingin lektiu-café.
Vinarliga
Jákup av Skarði
Sum korona-støðan er nú verður leygardagsskúlin ikki skipaður 12. feb. 2022.
Næmingum og Báru verður ynskt góðan og skjótan bata.
JavS
Lektiu-café er mánadag og mikudag, kl. 14-16, á Látrinum.
JavS
Øllum kunnugt, er evnisvika á skránni í komandi viku og leygardagsskúli t. 12/2-22.
Evnisvikan er skipað í tímunum eftir fyrra fríkorter og snýr seg í høvuðsheitum um Torkils døtur.
Leygardagsskúlin er ætlaður at vísa tykkum jólaframførslurnar og at arbeiða við kvæði og føroyskum dansi.
Vegna koronastøðuna verður evnisvikan ikki í samstarvi við Látrið.
Vinarliga
Jákup av Skarði
Góðu foreldur!
Júst nú fekk eg boð, at ein næmingur afturat hevur positiva skundtest.
Í samskifti við Konni er greitt, at potað verður í morgin, fríggjadagin 28/1-22, kl. 11 til 12.
Men! Hava tit møguleika at hava barn tykkara við hús í morgin, hevði tað verið óført – fyri at minka um møguleikan at øll gerast sjúk í senn.
Næmingar, ið hava verið sjúkir, møta í skúla sum vant.
JavS
Góðu foreldur
Mær er boðað, at næmingur er testaður positivur við skundkanning.
Av tí, at næmingurin var í skúla í dag og allir næmingar hava verið í samstarvi, verður heitt á næmingarnar at kanna seg skjótast gjørligt.
Les áfram á: https://korona.fo/275?_l=fo
JavS