Eru ivamál, kunnu tit seta tykkum í samband við Jákup av Skarði, tí fyrstilærarin er formaður í valnevndini til skúlastýrisvalið.

Enn tørvar foreldrunum eitt valevnið, tí treytin er at tvífalt so nógv sum skulu veljast, skulu standa á valevnislistanum.

Vallistin, til tykkum at kanna um alt er rætt í mun til loyvi at atkvøða, liggur í skúlanum. Er onkur, ið tørvar brævatkvøðu, skulu tit seta tykkum í samband við valnevndarformannin/fyrstalæraran.

Við vón um góða undirtøku til skúlastýrisvalið 2020.

Jákup av Skarði


Góði Jens-Kjeld! 

Hjartaliga til lukku við umhvörvisviðurslön Norðurlandaráðsins.

Vit, næmingar og lærarar Nólsoyar skúla, ynskja at bera tær hjartans tökk fyri allar góðar lötur og frágreiðingar, ið hava ríkað okkum huga og savn (inni og úti).

Vit eiga í skúlanum ein dýrgrip, ið fevnir um tey djór, ið tú hevur útstappað. Somuleiðis njóta vit tröini tú hevur sett niður miðskeiðis í bygdini og blómukassarnar, ið tú so hegnisliga hevur sett tætt til skúlabrekkuna.

Í matarsteðginum í morgun prátaðu lærarar við næmingarnar um stóra arbeiðið títt og at tey, tá ið tey gerast vaksin, kanska skilja onkra av teimum mongu vísindaligu greinunum tú hevur skrivað.

Takk fyri leygardagsskúlan, har tú hegnisliga greiddi frá fuglum og legði okkum, næmingum, foreldrum og lærarum, lag á at byggja starahúsini, ið prýða skúlan.

Lærarar skúlans ynskja tær bestu eydnu frameftir.

Bára, Anna Marna og Jákup

Sálmur nr. 549: “Nú vakni øll úr svøvni glað”

Føroyskur sangur: Hinumegin vindeygað

Útlendskur sangur: “Om lidt bli’r her stille”
Mánadagin
Týsdagin
Mikudagin
Hósdagin er bert teksturin
Fríggjadagin

Om lidt
Om lidt bli´r her stille,
om lidt er det forbi.
Fik du set det, du ville?
Fik du hørt din melodi?
Forladt og alene
danser cirkusprinsessen rundt,
går i stå på sin line
i et sanseløst sekund.
Om lidt, om lidt er vi borte,
vi ses måske igen.
Musik og tekst: Kim Larsen og Leif Petersen 1986

Í friðaligu løtuni (uml. 3 min.) í matarsteðginum, lurta vit hesa vikuna eftir brotum í hesum tónleikinum.

Sum áður lýst verður uppstillingarfundurin til skúlastýrisvalið í Nólsoyar skúla, týskvøldið 27. okt. 2020, kl. 19:30 – í matarhøll skúlans.

Foreldrini skulu eftirkannað at vallistin er rættur, t.v.s., at tey, ið hava foreldramyndugleika at næmingum í Nólsoyar skúla, eru á listanum.

Fýra valevnini stilla upp og fáa tey tríggjar minuttir í part at leggja fram teirra grundgevingar til at stilla upp.

Niðanfyri er faldarin avmyndaður, ið næmingarnir fáa heim við í dag:

Við ynskjum um gott samstarv millum skúla og heim.

Jákup av Skarði, fyrstilærari

Vísandi til tíðarfreistirnar – á hesi slóð – er vallistin gjørdur og liggur á lærarastovuni í Nólsoyar skúla. Foreldur/avvarandi eiga at eftirkannað, at vallistin er rættur (at yvirlitið lýsir hvør hevur foreldramyndugleikan yvir barni, sum er skrivað inn í skúlan).

Fýra foreldur hava boðað frá, at tey ynskja at stilla upp. Hesi fáa høvi at taka orðið, tá ið uppstillingarfundur verður lýstur í næstum.

Undirvísingarstýrið hevur prentað faldarar og vónandi hava tit teir á hondum í morgin, 21. okt. 2020.

Vinarliga

Jákup av Skarði, fyrstilærari

Góðu foreldur og avvarandi.

Klokkan 8 til 9 í morgun, vóru allir næmingar og vit vaksnu í fimleikahøllini og prátaðu um ógvusligu hendingina í gjár.

  1. Fyrst varð greitt frá gongdini. Hvussu boðini komu fram, hvussu hjálpin kom á staðið – bæði í Nólsoy og úr Havn – hvussu vandin varð avmarkaður og hvat nú hendir (kanning, trygging o.s.fr.).
  2. Síðani fingu næmingarnir møguleika at seta spurningar, ið vit vaksnu svaraðu sum best. Dentur varð lagdur á, at hetta ikki var einasta løtan at spyrja, tí hesar komandi dagarnar fara fólk at práta (kanska gita) og týdningarmikið er, at næmingarnir tosa við tey vaksnu – eisini heima.
  3. Seinasti partur var, at vit tóku hesa hending saman við sløkki-venjingini vit høvdu fyri heystfrítíðina. Tað hevur við sær, at næmingarnir eisini fara at seta tykkum spurningar, hvussu tit fyrihalda tykkum um nú eldur er heima hjá tykkum. Í hesum parti var prátið eisini um at: Fyrst skulu vit sleppa út úr eldi. Síðani mugu vit skjótast ringja til “eitt, eitt, tvey” og vit mugu hava avtalu um eitt trygt stað at vera, meðan sløkkiliðið arbeiðir.

Avtala er millum Nólsoyar skúla og Látrið, at í samband við eldsbruna, ið ávirkar skúlagongdina, fylgjast næmingarnir oman á Látrið. Ávirkar eldsbruni Látrið, so hava tey lykil, at tey sleppa inn í skúlan. Týdningarmikið er, at næmingarnir eru saman við vaksnum, at tit foreldur/avvarandi vita, at barn tykkara er saman við vaksnum á tryggum stað.

JavS


Nú eru kurvarnar settar upp og í næstum verða strikur málaðar.

Tað hevur við sær, at vit hava umstøður til bæði kurvabólt og hondbólt/fótbólt í senn.

Vónandi fara bæði næmingar, ung og eldri at nýta hesar møguleikar. Kanska NÍF kann skipa okkurt tiltak?

Vælkomin niðan í skúlagarðin.

Hugaligt sløkkiliðstiltak saman við Tórshavnar Sløkkiliðið og Nólsoyar Sløkkiliðið – í samstarvinum millum Nólsoyar skúla og Látrið.