Farnu tríggjar vikurnar hava vit í morgunløtuni m.a. sungið úr heftinum til jólaguðstænastuna:
Føgur er foldin
Nú birtast túsund jólaljós
Eitt fjós og ein krubba

Komandi vikuna syngja vit:
Julen har bragt velsignet bud
Sleturock
Faðirvor (íslendska)

Við ynskjum um gott vikuskiftið 🙂

Góðu tit!

Minnist til at bíleggja/keypa bókina innan 15. november, so tit fáa bókina áðrenn 1. des.

“MÍN JÓLABÓK er ein kalendarabók til alla familjuna. Fittar søgur, yrkingar, tekningar og ítriv at stytta sær stundir í myrku, køldu tíðini upp undir jól. Bókin er býtt upp í 24 partar, so okkurt er at gera hvønn dag upp undir jól: lesa, loysa uppgávur ella gera ítriv.”

Til ber at keypa her: Mín jólabók 2016

Góðu næmingar og foreldur/avvarandi

Av tí, at lærararnir í SSS-samstarvinum loksins sleppa á fyrstuhjálparskeið, hava næmingarnir í Kaldbak, á Velbastað og í Nólsoy frí komandi fríggjadag – 11. nov. 2016.

Leygardagsskúlin verður 12. nov. 2016, sum boðað er í øðrum brævi.

Vinaliga

Jákup av Skarði
Fyrstilærari í Nólsoyar skúla

Hesa vikuna er útlendski sangurin “Going on a lion hunt”.
Niðanfyri eru tríggjar ymsar slóðir.

1) Hendan slóðar tykkum til eina frálíka “framløgu”: Trýst

2) Ein onnur versión sæst við at trýsta á play:

3) …og hesa slóðina hava vit nýtt í gjár og í dag: Trýst

Góður næmingar og foreldur/avvarandi

Fríggjadagin 7. okt. skipa Látrið og skúlin fyri rennidegnum 2016.

Vit møta sum vant í skúlanum og byrja við grundtímum. Eftir morgunløtuna fáa næmingarnir stundir at seta seg við matpakkum og vatni, áðrenn vit fylgjast út á Veg – har vit hita upp kl. 10.

Runnið verður sum vant niðri í bygdini og út á Klivar – har rennileiðin er 1 km runt.

Eftir renningina fara vit á Látrið at drekka kakao og eta bollar – og so er heystfrí.

Fyrstu vikuna eftir heystfrítíðina vitjar “kreativa breytin” á námsvísindadeildini á Setrinum. Hetta verður fyrra evnisvikan um myndaarbeiði á brimgarðinum í Nólsoy.

Bestu ynski um góðar skúladagar og góða heystfrítíð.

Góðu næmingar og foreldur/avvarandi!

Sum kunnað varð um á foreldrafundinum – og í vikuseðlunum, fara vit at renna í Kaldbak í morgin.

Vit fara til Havnar kl. 7:20 og koma aftur kl. 12:30.

 

Góðu næmingar (og foreldur/avvarandi)!

Á hesi slóð er møguleiki at venja guitar, ukulele og klaver til sangin “Hvis du ser en krokodille i dit badekar”.

Trýst her

Í viku 39 syngja vit:
Mána og sól (Sálmabóka-uppískoytið)
Eg vil telja strjørnurnar
Hvis du ser en krokodille i dit badekar