Góðu næmingar, foreldur og avvarandi.

Takk fyri hugnaliga løtu í jólaguðstænastuni og takk fyri fyrru helvt av hesum skúlaári.

Vit møta aftur týsdagin 3. januar 2023.

Gleðilig jól og eydnuberandi nýggjár.

Jákup av Skarði
Fyrstilærari Nólsoyar skúla

Seinasta skúladag fyri jól, er til at rudda og fylgjast til jólaguðstænastuna.

Tískil er hvørki tørvur á matpakka ella skúlatasku.

Næmingar møta sum vant kl. 8 og vit fylgjast í kirkju. Eftir jólaguðstænastuna eru børn, næmingar og starvsfólk boðin til døgurða á Látrinum.

…og so er jólafrí – vit møta aftur 3. jan. 2023

JavS

Ein frálíkur arbeiðsdagur, tá ið næmingar, foreldur, avvarandi og onnur í bygdini savnast um jólahaldið í skúlanum.

Hetta er ein av teimum 193 skúladögunum, ið næmingarnir nýta at venja ymsar málbúnar: Sjónleik/film, sang, myndlist/Handaverk&list og upplestur.

Takk fyri í kvöld
Jákup av Skarði, fyrstilærari

Góðu foreldur! Tað er umráðandi, at tit práta við börn tykkara, um vitjan okkara á Býarbókasavninum í dag.

Týsdagin 6. desember er fyrsta sendingin í útvarpinum. Síðani verður okkurt lagt á heimasíðu KvF, hósdagin 8. desember. Möguliga verður eisini okkurt 9. desember, tá ið uppteljingin er liðug.

Er onkur, ið ikki ynskir at prát og/ella mynd verður sent, mugu tit siga Jákupi frá sum skjótast – og í seinasta lagi sunnudagin, 4. desember kl 16.

Tú alfagra land mítt

1. Tú alfagra land mítt, mín dýrasta ogn!
á vetri so randhvítt, á sumri við logn,
tú tekur meg at tær so tætt í tín favn.
Tit oyggjar so mætar, Guð signi tað navn, s
um menn tykkum góvu, tá teir tykkum sóu.
Ja, Guð signi Føroyar, mítt land!

2. Hin roðin, sum skínur á sumri í líð,
hin ódnin, sum týnir mangt lív vetrartíð,
og myrkrið, sum fjalir mær bjartasta mál,
og ljósið, sum spælir mær sigur í sál:
alt streingir, ið tóna, sum vága og vóna,
at eg verji Føroyar, mítt land.

3. Eg nígi tí niður í bøn til tín, Guð:
Hin heilagi friður mær falli í lut!
Lat sál mína tváa sær í tíni dýrd!
So torir hon vága – av Gudi væl skírd –
at bera tað merkið, sum eyðkennir verkið,
ið varðveitir Føroyar, mítt land!