Niðanfyri er brot úr fráboðan frá MMR:

“Í hesum sambandi skal verða sagt frá, at dagurin er ikki  frídagur hjá skúlunum. Mentamálaráðið hevur gjørt av, at 20. mars verður ikki lýstur sum frídagur í føroysku skúlunum.
Samstundis skal tó verða sagt frá, at um so er, at foreldur vilja, at teirra barn skal takast úr skúlanum henda dag, antin allan dagin ella lutvíst, so skal skúlin loyva hesum, tá foreldrini ella verji skrivliga hava vent sær til skúlan um hetta.”

(…brot endar)

Nú fer at verða tíð at endurnýggja mánaðarkortini.

Skipanin er tann sama, at foreldur mugu gjalda, og síðani geva/senda kvittan við upplýsingum um navn á næmingi og kontonummar, sum upphæddin skal flytast á.

Kvittan og upplýsingar skulu til Katrin Ellingsgaard í Mentamáladeildina í Tórshavnar kommunu.

Um tit keypa fyri ein mánað ella meira avgera tit. Til ber at keypa fram til 1. juli 2015.

e.s. Tá ið næmingur leggur mánaðarkortið til “terminalin” á Ternuni, sæst hvussu nógvar dagar goldið er fyri.

Starahús!

Evnið ásett er til leygardagsskúlan 31. jan. ’15 er “Starahús”.

Gongur sum ætlað, verður Nólsoyar skúli prýddur við ymsum starahúsum – í ymsum litum 🙂

Vit fara eisini upp á gólv. “Revurin reyði” er skrivaður niðanfyri á hesi síðu.

Við ynskjum um góðan og læruríkan leygardagsskúla.

Ein revur kom rennandi gjøgnum lundina ein dag
tá sá hann ein ravn sita í einum træ.

Men revurin reyði gjøgnum lundina rennur.

Og revurin skjótt til merkis legði,
at ravnurin nakað í nevinum hevði.

At tað var kjøt, tað sá hann brátt,
og kjøt tað dámar einum revi so gott.

Nú revurin hugsar við sjálvum sær,
handan kjøtbitan skal eg hava frá tær.

Góðan dag frú Ravn, ein gleði tað er,
at eg skuldi fáa at hitta teg her.

Ein vakrari fugl eg aldri sá,
tí búni er floyal frá topp til tá.

Men hevði eg einaferð hoyrt teg sungið,
tað ljóð skuldi aldri frá mær gingið.

At syngja fyri tær fellur mær so lætt,
hann gapar og bitin úr nevinum datt.

Og revurin eftir bitanum sprakk,
hann gloymdi at siga frú Ravn mangatakk.

Av hesum ein og hvør læra skal,
ikki at trúgva eini smikrandi tungu for væl.

Góðu næmingar og foreldur/avvarandi!

Úr Nólsoyar skúla verður ynskt tykkum øllum eitt av Harranum signað nýggjár.

Fyrsti skúladagur í 2015 byrjar mánadagin 5. januar kl. 8:00!

Men 🙂 Sum vanligt eru næmingarnir vælkomnir niðan kl. 7:45 at njóta friðin og samveruna í bókasavninum og í matarhøllini.

Við bestu ynskjum um gott og læruríkt 2015!

Jákup av Skarði

Góðu næmingar og foreldur/avvarandi!
Tykkum kunnugt, er ætlanin at fara til Havnar í morgin (mikudagin 17. des. 2014).
Vit møta sum vant í skúlanum.
Kl. 08:20 verður farið til Havnar
kl. 09:15 eru vit boðin á Tjóðpallin at hyggja at leiki, ið frískúlin í Havn framførðir.
kl. 10:00 fara vit á Reyða kross – næmingarnir kunnu taka við sær kr. 30,- í part.
kl. 11:00 fara vit at skoyta
kl. 12:30 koma vit út aftur til Nólsoyar
…minnist til góðan matpakka/vatndunk og minnist til at lata tykkum í heit klæði. Havið í huga, at á skoytubreytini kann verða vátt 🙂