Tiltøk

Fuglar: Jens-Kjeld

Í samband við innskúlingarevnið vóru vit á forvitnisligari og læruríkari vitjan.

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 
 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Leygardagsskúlin 11. nov. 2017:

Fyrri leygardagsskúlin hetta skúlaárið, verður 11.11.2017.
Vit byrja kl. 9 og enda uml. kl. 13.

KATA leggur dagin til rættis. Kata fevnir um hesar tónleikarar: Greta S. Bech, Eyð Berghamar Jacobsen, Guðrið Hansdóttir, Arnfríð Lützen og Unn Paturson  

Kata hevur fyrst eina framførslu av tónleiki, sum er gjørdur til kór/kvintett, og sum síðani skal vera grundarlag undir, at børnini/foreldrini kunnu læra at syngja í bólki.

Áðrenn vit fara í holt við at velja ein sang, greiða tær í stuttum frá skaldskapi av mannamunni, og um hvat kvæðini og skjaldrini, ið vit syngja, snúgva seg um. Vit fara síðani í fimm bólkar, sum hvør av okkum lærir eina rødd. Hetta endar við einari framførslu, sum børnini/foreldrini framføra. 

Skúlin bjóðar døgurða uml. kl. 12.

Við ynskjum um góðan leygardagsskúla.

Lærararnir og Listaleypurin

 

 

30. okt. 2015: Seturstokið

image image image image image image imageN

 

24. okt. 2015, leygardagsskúli: “Skóleistar”

image

Við góðum huga fyrireikaðu lærarar skúlans evnið til leygardagsskúlan í Nólsoyar skúla. Tveir slíkir dagar eru um árið og skiftandi evni – ítøkilig og ástøðilig – verða skipað til næmingar og foreldur/avvarandi skúlans.

Í heyst høvdu vit sett evnið “Skóleistar”. Ymsar orsøkir eru at fara undir júst hetta evnið: Gólvini í skúlanum eru køld, vit høvdu ynski um at endurnýta gamlar, tøvdar, troyggjur og vit hava sett okkum fyri at umleið annar hvør leygardagsskúli skal hella meira til tað handaliga arbeiði.

image image image image

Vald vóru trý mynstur, ið tey kundu halda seg til. Tó var eisini lagt upp til, at tey kundu nýta skapandi huglagið hjá hvørjum øðrum at koma til einar skóleistar, ið næmingurin kundi gleðast um.

image image image

Væl var arbeitt og úrslitini eru sera hugtakandi, samstundis sum vit gleðast um enn ein væl eydnaðan skúladag.

Hesuferð tóku vit eyka atlit til trivnað, happing og SSP, ið er sera aktuelt evnið. Vit lótu næmingarnar vísa á evnisarbeiðið teirra um “Happing” og somuleiðis lótu vit “Spæliliðini” leggja fram trý ymisk spøl.

image image

Týdningarmiklir partar í leygardagsskúlanum eru, at vit skipa eina framsýning og at vit eftirmeta. Framsýningin vísti sera vøkur avrik, ymisk og hugtakandi. Eftirmetingin vísti nøgdsemi og vóru næmingar og foreldur/avvarandi sera ágrýtin at bera fram hugskot til leygardagsskúlar frameftir.

 

 

25. okt. 2014 – Leygardagsskúlin “Bond”.

iPhone Image 746F25

Við yvirskriftini “Bond”, fóru næmingar, foreldur og lærarar hugagóðir til verka. Byrjað var sum vant við morgunsangi og síðani var skráin gjøgnumgingin.

Sett var í kortið, at vit skuldu læra okkum ymsar teknikkir og arbeiða bæði siðsøguliga og við nýggjum møguleikum. Tí hugsavnaðu vit okkum um at virka, tólvtra, bregda, knýta, snara og at kasta upp á rygg.

Anna Thomsen vísti okkum á hvussu vit virka og tólvtra. Hon vísti okkum á traditionellu litirnar (reytt, blátt og hvítt) og hon vísti okkum eisini á aðra litsamanseting, ið stavar frá háskúlaskeiði í 1918. Anna hevur eisini virka hosubond og tólvtra band eftir hesi vøkru litsamanseting. Afturat frágreiðingini hevði Anna harafturat lagt upp til tvey bond at virka og legði upp til tvey tólvtráttabond – ið hon læt liggja eftir til næmingarnar og foreldrini at arbeiða áfram við.

Lærararnir høvdu lagt fram ymisk hugskot til armbond og lyklaringar. Arbeitt var við ymsum tilfari at knýta við og at knýta um hárlastikk og lyklaringar. Harafturat høvdu næmingarnir frammanundan skapað perlur úr evninum fimo, at teir kundu nýta teirra egnu perlur til ymsu avrikini. Flest allir næmingarnir høvdu bregda band til leygardagsskúlan. Hetta fyri at hjálpa foreldrunum í gongd og at tey høvdu band klárt at arbeiða áfram við.

iPhone Image 746F45

Skúlabókasavnið eigur nakrar bøkur, ið hóska til hetta evnisarbeiðið og aðrar bøkur vóru læntar frá Látrinum og frá Býarbókasavninum. Hesar bøkur góvu luttakarunum hugskot til bond og t.d. til ymsar møguleikar at “læsa” armbondini.

Á miðdegi varð sum vant matarsteðgur, har luttakarnir høvdu ymsan mat við til felags kalt borð. Hendan løtan er serstakliga hugnalig og brýtur frá gerandisdegnum, við góðum møguleika at práta um leyst og fast.

Fyri aftur at taka í siðsøguliga partin, varð kastað upp á rygg – til band, ið m.a. kann nýtast til haft ella til hoppiband. Tá ið vit knýta bond og siðsøgu saman, varð sjálvsagt eisini upplagt at dansa bandadans. Serstakliga hugnaligt var at síggja børn og vaksin dansa saman og við ymsum bondum.

Týdningarmikil partur eftir slíkt felags arbeiði, er eftirmetingin. Løtan har vit taka samanum og seta út í kortið ynski til komandi leygardagsskúlan. Í eftirmetingini kom fram, at tiltakið var bæði stuttligt og spennandi. Tað var gott at foreldrini vóru við og tað var stuttligt at læra at gera ymisk bond. Eitt slag av orðaspælið rúmtist eisini: “SSP-bond, vinarbond, familjubond… og 007 – James Bond”.

iPhone Image 746F62

Næmingar, foreldur og lærarar fóru við góðari kenslu í vikuskiftið seinnapartin leygardagin.

iPhone Image 746F9D    iPhone Image 746F87