Tilmelding til KFUM skótarnar
KFUM skótarnir hava nú eina talgilda sjálvvirkandi limaskipan, sum liggur á heimasíðuni www.skoti.fo.
Vit byrja mánadagin 4. sept. Møtið við úthurðina til Nólsoyar skúla 🙂
Bjørn Teitur og Jákup
SSL-Borgarafundur í Royndarhúsinum
28. okt. 2016, kl. 17:00 skipar Strandfaraskip Landsins borgarafund í Royndarhúsinum.
Á skránni verður samferðslan millum Nólsoy og Havnina, og vit fáa høvið at seta fram ynskir, spurningar, rís og rós.
Øll eru vælkomin
Staðbundna nevndin í Nólsoy
Góðu úlvar, skótar og foreldur!
Björn Teitur og Jákup fara at skipa skótaarbeiðið í Nólsoy.
17. okt. kl 19:00 til umleið 20:30 verður felags foreldrafundur og úlva-/skótafundur – í Missiónshúsinum.
Jóna og Arne – umboðandi KFUM, greiða frá “yvirordnaða” partinum av skótaarbeiðinum, samstundis sum hetta eisini er úlva- og skótafundur.
Vónandi møta øll børn í aldrinum 1. – 7. flokk og nógv foreldur.
Við skótakvøðu
Björn Teitur og Jákup
Gongu- og rennidagurin 2016
Fríggjadagin 7. okt. skipa Látrið og skúlin fyri gongu- og rennidegnum 2016.
Ung sum eldri eru væl komin við hesa løtuna!
Vit hita upp, úti á Veg, kl. 10.
Runnið/gingið verður sum vant niðri í bygdini og út á Klivar – har rennileiðin er 1 km runt.
Við ynskjum, at akfør av ymsum slag eru serliga varin hesa løtuna.
Tórshavnar Kvøldskúli
Tilmelding til meira enn 200 lærugreinir, harav 50 nýggjar
Heimasíðan kvoldskulin.fo letur upp fyri tilmelding mánadagin 29. august klokkan 18 og er opin í eina viku til sunnukvøldið 4. september klokkan 24
Um tær tørvar hjálp við teldutilmeldingini er skúlin í Nólsoy, skrivstovan í J.H. Schrøtersgøtu 1 og skúlin í Kollafirði opin mánakvøldið 29. august frá kl. 18 til 21
Tórshavnar Kvøldskúli
Útvarpssendingin um Ova Joensen
http://kvf.fo/netvarp/uv/2016/08/12/trurin-hj-ova#.V7LqYvnhBD8
Ferjan – nú og frameftir
Tá ið arbeiðsbólkurin byrjaði, varð støða tikin út frá Rituni.
Síðani tá hava nógvir fundir verið – eisini har ymsar tekningar eru lagdar fram. Eingin veit nú hvussu stór ella lítil nýggja ferjan verður – og helst ímynda vit okkum eina ferju, ið ikki er minni enn Ternan. Men er tá talan bert um bilpláss, ella eisini talið av ferðandi?
Við øllum hesum, er hugsandi, at ferjan kann fara “at fylla” ov nógv á borgarafundinum í komandi viku – uttan at møguleiki er at koma til hóskandi niðurstøðu.
Tí ynskir arbeiðsbólkurin at bjóða til prát í skúlanum – mánakvøldið 11/1-16 kl. 19 til 19:45.
Nólsoyar kirkja – trettanda kvøld
Kl. 20.00 lestur.
Við guðstænastuna fer kvinnukórið at syngja.
Talvan gongur fyri Heidningamissiónina.
Jólaguðstænastan 2015
Nólsoyar skúli og Látrið skipa jólaguðstænastu við Ann Dahl Hansen, presti.
Í Nólsoyar kirkju fríggjadagin 18. des. kl. 10:30
Verið vælkomin 🙂
Fitness – inngond omanfyri í Nólsoyar skúla
Nú er loksins opið aftur! …og ein rógvimaskina er komin afturat 🙂
Minnist til at nýta kontaktirnar á vegginum at lata hurðarnar upp við
– og minnist til at nýta innandura skógvar.
Týskvøld er opið kl. 19-22
Mikukvøld er opið kl. 17-20
Hóskvøld er opið kl. 17-20
Ansið eftir børnunum og amboðunum. Vaksin skulu vera um børnini og alneyðugt er at brúkarar hava fingið gjøgnumgongd hvussu amboðini verða nýtt.
Skótalið í Nólsoy!
Mánakvøldið 28. september 2015 – kl. 19:00, eru øll skótahugað vælkomin í Missiónshúsið.
Børn úr 1. flokki kunnu melda til skótaliðið í Nólsoy.
Eru vaksin systkin, foreldur, ommur, abbar ella onnur, ið hava hug at vita hvussu hetta verður skipað, eru tit eisini vælkomin at møta.
Skótar!
Skótalið verður skipað í Nólsoy í næstum. KFUM-skótarnir hava verið í skúlanum og greitt frá ætlanunum at skipa skótalið í oynni.