Leiðreglur skúlans / Trivnaðarætlan

(Seinast broytt 16/8-16)

Niðanfyri eru leiðreglur fyri Nólsoyar skúla.
Leiðreglur skúlans eiga at verða lisnar við jøvnum millumbili, at næmingar, foreldur/avvarandi og lærarar kenna seg aftur í ásetingunum.

Næmingar eru vælkomnir í skúlan kl. 7:45. Løtuna kl. 7:45 til 8:00 hava næmingarnir atgongd til bókasavnið, talv, borðtennis og sum oftast venjingar í fimleikahøllini.

Í Nólsoyar skúla lata vit okkum úr uttandura-skónum. Men havi í huga, at gólvið er kalt og tí verður mælt til at nýta inniskógvar. Næmingar hava allir skógvarúm úti í durinum.

Eru líkindi til tess, verður onkuntíð farið túr í Nólsoy og onkuntíð verður farið av oynni. Tí er alneyðugt, at næmingar eru klæddir eftir veðrinum – hetta er sjálvsagt eisini galdandi í mun til hvussu næmingur kann luttaka í fríkorterum uttandura.

Í samband við klæði er eisini vert at hava í huga, at næmingar hava møguleika at skifta í ítróttarklæði undan ítróttartíma. Eftir ítróttartíman fara næmingar undir brúsu og hava teir tí tørv á handklæði og sápu heimanífrá.

Einar 8-10 ferðir í hvørjum skúlaárið verður farið til Havnar at svimja. Gingið verður niðan á Tórsbreyt, har vit renna runt einar 3-5 ferðir. Síðani verður svomið og gingið oman aftur á Bursatanga. Her er neyðugt at hava í huga hóskandi klæði, matpakka og vatndunk.

Vit hava í huga góðan atburð og vanligan fólkaskikk – samstundis sum vit ofta umrøða SSP og samskiftið í orðum og atburði.

Nólsoyar skúli nýtir FirstClass til samskiftið. Nólsoyar skúli nýtir ikki FaceBook – tó hevur okkurt tiltak verið slóða frá FaceBook til heimasíðu skúlans.

Broytt 23/5-2017:  Næmingarnir nýta ikki fartelefon í skúlatíð. Hevur næmingur fartelefon við, verður hon latin læraranum. Fartelefonin liggur síðani á lærarastovuni og fær næmingurin hana aftur, tá ið skúladagurin endar.

(Gamal ásetingin: Næmingum er loyvt at hava fartelefon við í skúlan. Fartelefonin skal ikki órógva undirvísing og fríkorter. Verður mett, at fartelefonin hevur órógvað, verður hon løgd til fyrstalæraran og foreldrini kunnu síðani heinta fartelefonina í skúlanum í skrivstovutíð.)

Tímatalvan
Vanligur skúladagur er eftir hesum leisti:
07:45 Vælkomin í skúlan
08:00 Undirvísing
09:00 Lesiløta
09:20 Morgunløta
09:30 Matarsteðgur
09:45 Fríkorter
10:00 Undirvísing
11:30 Fríkorter
11:45 Undirvísing
12:30 Til hús

Skipan:
Yngri bólkur fevnur um 1.-3. fl.
Eldri bólkur fevnur um 4.-7. fl.
Tó eru ymsar aðrar bólkingar og einsæris arbeiði, alt eftir tí næmingurin arbeiðir við.

Morgunløtan:
Í morgunløtuni syngja vit fyrst ein sálm. Síðani verður biðið faðirvár, áðrenn vit syngja tveir sangir afturat – annar er føroyskur og hin er útlendskur.
Morgunløtan verður eisini nýtt til prát og til felags boð.
Av og á syngja vit norðurlendsku tjóðsangirnar og fara eisini upp á gólv.

Matarsteðgurin:
Nólsoyar skúli er millum fáu føroysku skúlarnar, ið hevur matarhøli. Næmingar sita saman við garðvakt og eta matpakka. Næmingarnir hava kuldaskáp til matpakkarnar. Ásetingin fyri matpakkan er at einki søtmeti er, eins og næmingunum ikki er loyvt at hava sodavatn við í skúla. Afturvið matpakkanum kunnu næmingarnir fáa sær reint og kalt vatn.

Fríkorter:
Flestu fríkorterini eru uttandura – saman við garðvakt. Vit hava gott “hálv-tak”, har næmingarnir kunnu takast við ymiskt – tó ikki bóltspæl. Í skúlagarðinum er hondbóltsvøllur og næmingarnir kunnu eisini nýta bóltar, stúltur, hoppiband og aðrar leikur.

Lesiløtan:
Hvønn dag, finna næmingarnir sær friðaligt pláss at lesa – og loggbók verður skrivað áðrenn morgunløtuna. Tá ið næmingur er liðugur at lesa eina bók, verður onkunsvegna tikið samanum, áðrenn næmingur (saman við flokslærara) velur sær nýggja bók til lesiløtu. Einar tvær bøkur um árið, skulu leggjast fram fyri hinum næmingunum – t.d. í morgunløtuni.
Er næmingur, ið krevur sera góðan frið í lesiløtuni, er møguleiki at nýta oyrnavernd – ið allir næmingar hava liggjandi í skápi sínum á ganginum.

Frítíðarskúlin:
Næmingarnir í 1.-3. flokki hava atgongd til frítíðarskúlan. Flestu dagarnar verða øll fylgd oman úr skúlanum av einum starvsfólki á Látrinum. Enda 1. og 2. flokkur skúladagin fyrr, verða tey heintað, meðan hini ganga oman sjálv.

Alis- og evnafrøði:
Í samstarvi við skúlan á Velbastað, hittast næmingar av Velbastað og úr Nólsoy, til undirvísing í alis- og evnafrøði. Í løtuni er undirvísingin í Eysturskúlanum eftir døgurða mánadag.

Leygardagsskúli og jólahald
Í hvørjum skúlaárið verður lagt upp til tveir leygardagsskúlar, har næmingar og foreldur luttaka.
Ein leygardagsskúli er í hvørjari skúlahálvu. Fyrri er í oktober og seinni í januar/februar.
Hugsanin við leygardagsskúlunum er millum annað at byggja samstarv millum heim og skúla. Hetta er týdningarmikil partur í hugsavnan skúlans at næmingar trívast í skúladegnum.
Jólahald verður lagt seinasta leygardagin fyri jólafrítíðina.
Fyri hesar tríggjar arbeiðsdagar, verða tríggir frídagar lagdir til vetrarfrí – helst í somu viku sum føstulávintsmánadagur er.

Fermingarfyrireiking:
Enn verða næmingar, ið skulu fermast, undirvístir í Nólsoy. Fermingin er á vári í Nólsoyar kirkjum.

Samstarv við kirkjuna:
Nólsoyar skúli ynskir samstarv við kirkjuna. Tess vegna verða bæði jóla- og summarguðstænasta skipaðar – lutvíst í samstarvi við Látrið.

Samstarv við Látrið:
Látrið og Nólsoyar skúli hava bygt upp samstarv um hesi tiltøk: Rennidag, SSP og skúlabólk.

SSS-samstarvið:
Smáu skúlarnir í Suðurstreymi – skúlin í Kaldbak, skúlin á Velbastað og Nólsoyar skúli hava skipað samstarv (stytt SSS). Samstarv okkara umfatar rennidag, ítróttardag og fiskitúr við Westward Ho. Rennidagurin er fyrst í skúlaárinum og ítróttardagurin er nakað fyri summarfrítíðina. Skúlarnir skiftast um at fyrireika tiltøkini, soleiðis at næmingarnir lærara at kenna hvønn annan, skúlan hjá hvørjum øðrum og ymsu bygdirnar.

Fiskitúrurin við Westward Ho, er tiltak fyri 6. fl. í Tórshavnar kommunu. Hetta er eisini ein fiskikapping, men fyri okkum í SSS, verður størri dentur lagdur á at fara á flot í felag.

Í ætlanum fyri samstarv frameftir, er at lýsa ymsu bygdirnar, at skipa læraratiltøk og at arbeiða fram móti øðrum næmingatiltøkum – nevnt hevur verið at skipa eitthvørt um bøkur (lesiring, framløgur ella annað).