Skúlastýrið í Nólsoyar skúla
§ 50 Stk. 3. 7) Í skúlum, ið hava færri enn 20 næmingar og bert ein lærara, eru limir tess skúlaleiðarin, tvey foreldraumboð, eitt komunustýrisumboð og eitt varaumboð, sum tekur sæti í skúlastýrinum, tá ið kommunustýrisumboðnum berst frá. Kommunustýrið velur umboð og varaumboð á fundinum, har nývalda komunustýrið skipar seg.
1. jan. 2021 – 31. des. 2024
Skúlastýrisforkvinna: Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett
Foreldraumboð: Leif Hansen
Kommunalt umboð: Súna Mørk
Tiltakslimur (foreldur): Vígdis Bjarnadóttir
Tiltaksumboð (kommuna): Kári Johansen
Skrivari: Jákup av Skarði, fyrstilærari
Vegleiðing um uppgávur hjá skúlastýrum í fólkaskúlum í Tórshavnar kommunu
Vegleiðingin er samtykt í mentamálanevndini 4. oktober 2017
Heimildargrundarlag
Uppgávur og ábyrgdir hjá skúlastýrum eru ásettar í fólkaskúlalógini, bókasavnslógini og tilhoyrandi kunngerðum og rundskrivum. Henda vegleiðing víkir í ivamálum fyri lógarásetingum og tulkingum hjá Mentamálaráðnum.
Allýsingar
Skúlaleiðarin: Hevur ta fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna av skúlanum og ábyrgdina av virksemi skúlans mótvegis skúlamyndugleikunum á staðnum1
. Stýrir og býtir arbeiðið ímillum teirra, sum starvast í skúlanum
. Skúlaleiðarin ger uppskot til skúlastýrið um meginreglurnar fyri virksemi skúlans og uppskot um fíggjarætlan skúlans3
. Skúlaleiðarin er skrivari hjá skúlastýrinum
Mentamálaráðið: Hevur meginfyrisitingina og yvirumsjónina av fólkaskúlanum og ansar eftir, at galdandi reglur verða hildnar, og ásettar fyriskipanir verða settar í verk.
Mentamáladeildin í Tórshavnar kommunu: Umsitur skúlamál kommunustýrisins sbrt. galdandi kommunalu heimildarskipan.
Foreldrarumboð í skúlastýrum: eru vald millum teirra, sum hava foreldramyndugleikan yvir teimum børnum, sum eru skrivað inn í skúlan. Tey eru vanligir limir, tó er forkvinna/-maður í stýrinum foreldraumboð. Í samráð við skrivaran ger forkvinnan/- maðurin skrá, kallar inn til fund og er tann, ið umboðar skúlastýrið.
Starvsfólkaumboð í skúlastýrum: er vanligur limur og verður valt av starvsfólkum
Kommunustýrisumboð í skúlastýrum: Eru at rokna sum vanligir limir í skúlastýrum og tí ikki hava serligan leiklut yvirfyri umsitingini í kommununi, men tað stendur kommunustýrislimum frítt at taka mál upp politiskt sambært galdandi reglum.
Uppgávur hjá skúlastýrunum og neyvari lýsing av teimum
1. Geva ummæli til:
a). møguligt royndarvirksemi5
b). námsfrøðiligt menningararbeiði
c). skúlafyrisitingarreglugerðina6
d). árligu fíggjarætlanina7
e). øll mál viðvíkjandi skúlanum, sum kommunustýrið tekur avgerð um8
f). tey mál, sum landsstýrismaðurin leggur fyri tað
1 § 55, stk. 2 í fólkaskúlalógini
2 § 55, stk. 3 í fólkaskúlalógini
3 § 55, stk. 4 í fólkaskúlalógini
4 § 50, stk. 7 í fólkaskúlalógini
5 § 25, stk. 2 í fólkaskúlalógini
6 § 48, stk. 1 í fólkaskúlalógini
7 § 52, stk. 2 í fólkaskúlalógini
8 § 53, stk. 3 í fólkaskúlalógini
g). mál viðv. avvikum í undirvísing innan kristni9
h). nýtslu av skúlans hølum til annað endamál enn skúlans undirvísing10
2. Áseta meginreglur um virksemi skúlans, herundir11:
a). undirvísingarætlan skúlans, smb. § 22, (er í praksis ásett í námsætlanunum hjá MMR)
b). arbeiðsbýtið millum lærararnar og vikuætlanina
c). samarbeiðið ímillum skúla og heim
d). fráboðan til heimini um úrtøku næminganna av undirvísingini
e). næmingafráverur
f). foreldrafundir, felags tiltøk fyri næmingarnar í skúlatíðini, setursskúla, starvspraktikk o.a.
g). atferðarreglur skúlans
h). reglur um umsjónina við næmingunum í skúlatíðini.
i). reglur fyri atferð og góðum skili og reglur um, hvussu skúlin kann fyribyrgja happing onnur viðurskifti t.d.:
j). samstarv við vinnu, stovnar, felagsskapir
k). næmingatillagað undirvísing
l). rørsla og fyribyrging
m). KT og talgildir miðlar í skúlanum
n). matarskipan o.l.
o). samstarv við frítíðarskúla
p). ferðsluviðurskifti,
q). kunningarviðurskifti
umframt reglulig eftirmeting og uppfylging av meginreglum.
3. Gera reglur viðvíkjandi:
a). fyriskipanum til at fremja gott skil í skúlanum,
b). umsjón við næmingunum í tímum, fríkorterum, matarsteðgi o. ø. og
c). trivnaðarætlan skúlans, serliga viðvíkjandi happing, og herundir taka atlit at 1) aldri og førleika
næminganna, 2) virksemi næminganna og 3) skúlaumhvørvi12
4. Viðgera v.m.:
a). uppskot um skúlabygging/-umbygging13
b). uppskot um skúlabygnað kommunuar og broytingar í honum14
c). leggja tey mál fyri kommununa til góðkenningar, ið bera fleiri útreiðslur við sær, enn ásett í
fíggjarætlanini.
5. Taka avgerð um/góðkenna:
a). øll mál viðvíkjandi skúlabókasavninum, sum ikki eru løgd undir býráðið ella aðrar myndugleikar eftir
9 § 62 í fólkaskúlalógini
10 § 63 í fólkaskúlalógini
11 § 53 í fólkaskúlalógini
12 Kunngerð nr. 68 frá 9. juni 2010 um reglur at fremja gott skil og umsjón við næmingunum í skúlatíðini
13 § 52, stk. 3 í fólkaskúlalógini
14 § 52, stk. 4 í fólkaskúlalógini
fólkaskúlalógini15
b). undirvísingarmiðlar, skúlin skal brúka, herímillum teir á skúlabókasavninum16
6. Samstarv:
a). Innganga í tvørgangandi kommunalt ráðleggingarsamstarv við onnur skúlastýrir í kommununi fyriskipað av mentamáladeildini, við tí endamáli at viðgera og menna sínámillum og við mentamáladeildina ætlanir, mál og strategi til tess at strimbra og menna skúlaskapin í kommununi17
b). Limur luttaka í setanarbólkum til setan av skúlastjórum og lærarum
7. Ger/fær í lag:
a). Ársfrágreiðing18
b). Árligan fund fyri foreldur um skúlans virksemi og ársfrágreiðingina19
c). Árligan fund fyri lærarar og samstarvsfólk skúlans um virksemi skúlans20
8. Eftirlit, umsjón og uppfylging:
a). við skúlans virksemi sum heild og viðurskiftini, sum nevnd í hesi vegleiðing21
. (undantikið starvsfólka- og næmingamál).
9. Viðkomandi slóðir:
Rundskriv um skúlastýri (fundarskipan)
Fólkaskúlalógin
Bókasavnslógin
www.heimogskuli.fo
Framløga um skúlastýri
http://www.heimogskuli.fo/fileadmin/tilfar/Arbei__soeki_hja_skulastyrunum_-_Jenny_Lydersen_framloega.pdf
Danskt tilfar um skúlastýrisarbeiði: http://www.skoleforaeldre.dk/udgivelser?f%5b0%5d=im_field_category_publication%3A101
15 Ll. nr. 79 frá 8. mai 2001 um bókasøvn, við seinni broyting
16 § 53, stk. 4 í fólkaskúlalógini
17 § 53, stk. 6 í fólkaskúlalógini og § 10, stk. 1 í rundskrivi frá 30. september 2016 um meginreglur fyri skulastýri
18 § 9, stk. 1 í rundskrivi frá 30. september 2016 um meginreglur fyri skúlastýri
19 § 9, stk. 2 í rundskrivi frá 30. september 2016 um meginreglur fyri skúlastýri
20 § 9, stk. 3 í rundskrivi frá 30. september 2016 um meginreglur fyri skúlastýri
21 § 52, stk. 1 í fólkaskúlalógini
________ ________ ________
1. jan. 2017 – 31. des. 2020
Skúlastýrisforkvinna
Theresa Julianna Niclasen: TheresaJuliannaNiclasen@yahoo.dk
Foreldraumboð
Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett
Kommunalt umboð
Turið Horn: turidh@torshavn.fo
Læraraumboð
Anna Marna Holm: anna.marna.holm@skulin.fo
________ ________ ________
Skúlastýrið til 31. des. 2016:
Jacoba Thomsen, forkvinna
Jeanne Leosdóttir Holm, foreldraumboð
Annfinn Brekkstein, umboð fyri Tórshavnar kommunu
Sjúrður Olsen, tiltakslimur fyri Tórshavnar kommunu
Anna Marna Holm, læraraumboð
Jákup av Skarði, skrivari
26. september 2016
Ársfrágreiðing hjá skúlastýrinum fyri skúlaárið 2015/2016
Tað seinasta skúlaárið eru hildnir 4 skúlastýrisfundar so hetta hevur ivaleyst ikki verið tað virknasta árið hjá skúlastýrinum í Nólsoyar skúla. Skúlastýrið hevur framhaldandi umrøtt hugburð til Nólsoyar skúla og arbeitt við trivnaðarætlan fyri skúlan. Í sísta enda er hetta tí vit so fegin høvdu sæð, at barnatalið ikki minkaði, men heldur vaks.
Tað er komin ein fyrispurningur frá foreldrum um at seta forskúla á stovn. Hesin fyrispurningur bleiv sendur víðari til Mentamálaráðið og Tórshavnar kommunu. Leiðarin á Látrinum og fyrstilærarin hava verið á fundum við mentamáladeildina í Tórshavnar kommunu og verður málið lagt fyri fíggjardeildina, at vita um fígging er t.d. at byrja í november í ár.
Fyri at varpa ljós á skúlan, hava vit skipað fyri einum degi har skúlin var opin fyri almenninginum, og høvið var at síggja og seta fram spurningar um skúlan. Umframt hetta var eisini høvið, at ogna sær gamlar bøkur og gardinur hjá skúlanum ókeypis. Nøkur fá møttu upp til hetta tiltakið, sum var 8/5. Tað var eisini ætlanin at skipa fyri práti um forskúla á hesum fundinum, men hetta bleiv av ongum, tí ov fá møttu. Tað hava verið tankar um, at skipa fyri onkrum tiltakið aftur og er hetta nakað, sum komandi skúlastýrið kann arbeiða við.
Umframt tað er skúlastýrið leypandi kunnað um tær umbyggingar og ábøtur, sum vera gjørdar í Nólsoyar skúla. Tað eru komin nýggj vindeygu, og myrkaleggingsgardinur. Tó er okkurt sum tykist eitt sindur ógreitt. Skúlastýrið helt tað vera eitt sindur løgið at rýmingartrappan úr fimleikarhøllini má ganga beint út á vøllin, tí vit høvdu ynskt at hon kundi ganga framvið skúlanum. Skúlastýrið setti fram fyrispurning um hetta, men tað var sambært TK ikki ein møguleiki fyri rýmingarleiðir.
Umframt hetta er ynski um at uttandurað økið verður fríðkað, t.d. at vøllurin verður asfalteraður av nýggjum. Tað er tó enn eingin avgerð komin í hesum málinum.
Skúlastýrið verður kunnað um námsætlan og á hvønn hátt undirvísingin verður skipað, ymisk tiltøk sum skúlin ger, leygardagsskúlar, jólahald, samskipan av ruddingardegi o.a.
Tað er álagt, at skúlarnir skulu arbeiða við happing og einari ætlan fyri at fyribyrgja tílíkum í skúlanum. Hetta skúlastýrið er bert kunnað um ætlanina, so tað verður eisini eitt mál fyri komandi skúlastýrið at arbeiða víðari við.
f. skúlastýrið í Nólsoyar skúla
Jacoba Thomsen, forkvinna
—
Nólsoy 13/9-2015
Ársfrágreiðing fyri skúlaárið 2014/2015
Næmingatalið var minni enn 15 børn í skúlanum seinasta ár. Sæð í mun til skúlastýrið merkir tað eina minni manning: Tvey foreldarumboð, eitt kommunustyrisumboð, eitt læraraumboð og skrivarin – sum er fyrstilærarin.
Majbrit Gade og undurritaða hava verið foreldraumboð. Majbrit hevur verið rættuliga nógv burturstødd í lestrarørindum og er nú flutt til Sørvágs. Í staðin fyri hana hevur skúlastýrið heitt á Jeanne L. Holm, at vera foreldraumboð, og hon hevur játtað.
Anna Marna Holm er læraraumboð og Jákup av Skarði er skrivari.
Annfinn Brekkstein er umboð fyri kommununa.
Í farna skúlaárinum hava vit framhaldandi arbeitt við skúla-profili og skúlin hevur ment skúlans heimasíðu og lagt nakað væl av arbeiðinum inn har.
Skúlastýrið hevur eisini arbeitt fram ímóti at skúlin fær 2 brúsurúm, eitt til gentur og eitt til dreingir, soleiðis at øll kunnu hava ítrótt í senn og fara undir brúsu aftaná. Í hesum sambandi er fyrispurningur sendur Húsaumsitingini í Tórshavnar kommunu, har mælt verður til at tvey brúsurúm verða tøk.
Tað er arbeitt við ljóðviðurskiftinum í matarhølinum, har børnini eta matpakka. Har eru komnar plátur upp, so at ljóðviðurskiftini skulu betrast. Skúlans lærarar meta, at hetta hevur gjørt stóran mun til tað betra.
Skúlastýrið hevur eisini viðgjørt SSL-ferðakortini hjá næmingunum, sum skuldu endurnýggjast hvønn mánað, foreldur skuldu gjalda og síðan fáa peningin endurrindaðan. Hetta er nú blivið til at børnini fáa mánaðarkort fyri hálvt ár í senn og kommunan rindar hesi beinleiðis, so foreldur ikki noyðast at leggja út.
Skúlastýrið hevur arbeitt við at betra um uttanduraviðurskiftini í skúlanum. T.d er asfalti í skúlagarðinum gamalt og holut. Har legst væta í holunar, sum ikki torna upp so skjótt. Ynskiligt er at fríðka um skúlagarðin. At asfaltera av nýggjum og at strikað í garðinum, so at mann hevði klár viðurskifti til ymisk spøl, t.d hondbólt og paradís. Hetta er eitt mál sum als ikki er liðugt og væntandi fer skúlastýri framhaldandi at arbeiða við hesum.
f. skúlastýrið í Nólsoyar skúla
Jacoba Thomsen, forkvinna
—–
Frálíkur felagsfundur, har vit eisini umrøddu og arbeiddu við SSP-møguleikum í Nólsoy.