Góðu næmingar og foreldur/avvarandi.

Eingi nýggj tilmæli eru boðað skúlanum og tískil hava vit bert tað at halda okkum til, ið tit eisini hava frætt í tíðindunum – reinførið og frástøðu.

Tykkum kunnugt byrja vit eftir ætlan mikumorgunin 5. januar 2022. Eins og vanligt, eru næmingar vælkomnir kl. 7:45. Tímatalvan byrjar kl. 8.

Kennir næmingur seg sjúkan, verður heitt á tykkum at korona-kanna áðrenn møtt verður í skúla.

Við bestu ynskjum um gott 2022.

Jákup av Skarði

Comments are closed.

Post Navigation