Sum vant verður ymiskt gjørt burturúr, skúladagarnar upp undir jól. 

Hvønn skúladag í desember verður ein jólasøga, ið næmingur hevur skrivað, lisin upp, samstundis sum myndin, ið næmingurin hevur teknað verður avdúkað.

Harafturat taka næmingarnir sær jólapakka! Tí mugu allir næmingar taka við sær ein jólapakka, ið skal lúka ávísar treytir!

Tað, ið er í pakkanum, skal:

  1. Gleða og hóska bæði gentu og drong
  2. Vera nakað, ið ein sjálvur hevði ynskt sær
  3. Ikki vera etandi
  4. Í mesta lagi kosta 30 krónur
  5. …vera pakkað inn og latast flokkslæraranum í seinasta lagi týsdagin 30. november.

Lærararnir

Comments are closed.

Post Navigation