Góðu næmingar og foreldur/avvarandi.
Havandi koronastøðuna í huga og tíðindunum fyri løtu síðani, halda vit fast í ætlanini at fara á seturskúla í morgin (1.-6.fl.).
Vit eru í okkara sosialu “bløðru” eins og í vanligari skúlagongd. Mest sannlíkt broyta vit innihaldið, at vit t.d. ikki vitja í skúlanum á Toftum og ivasamt er, um vit kunnu fara at svimja – lat tó næmingarnar taka svimjiklæði við.
Eins og áður verður heitt á øll um at verða varðug við sjúkutekin, halda frástøðu og sera týdningarmikið er, at vit hava reinførið í huga.
Jákup av Skarði