Sálmur nr. 192: Mín Jesus, lat mítt hjarta fá

Mín Jesus, lat mítt hjarta fá
ein slíkan hug at tær,
at nátt og dag tú vera má
ómissandi hjá mær.

2. Tá fer mín náðitíð og stund
so sæl og góð og glað,
tí at tú kemur á mín fund,
mær signar hvønn ein dag.

3. Mítt hjarta, tá tað aftnar her,
skal hvíla við títt navn,
og tá mín sól til viðar fer,
eg leggist í tín favn.

4. O, leið meg tá frá synd og sorg
í hvítum rættferðskrúð
til himmiríkis glæstriborg,
til dýrd í himnabú.

Bjørn Lund 1764. J. Dahl 1925.Lag: Sl. 227 a og b.

Føroyskur sangur:
Kom út á víðu heiðar
tað stillu kvøldarstund
hoyr tjaldrið, tað letur
og er so glatt í lund
/: klipp, klipp, klipp, klipp,
klipp, klipp, klipp, klipp, klipp, klipp :/

Tjaldur ver vælkomið

Útlendskur sangur: Vem kan segla förutan vind?
Vem kan segla förutan vind?
Vem kan ro utan åror?
Vem kan skiljas från vännen sin,               
utan att fälla tårar?

Jag kan segla förutan vind.
Jag kan ro utan åror.
Men ej skiljas från vännen min,               
utan att fälla tårar.

Tónleikur í matarløtuni: Tað kundi verið eg



Comments are closed.

Post Navigation