Í morgin byrja skúlarnir aftur og mugu vit taka atlit til koronatilmælini.

Fyrst av øllum eiga foreldur ikki at lata næmingar møta í skúla, um sjúkueyðkenni eru.

Næmingarnir hava lært seg bæði reinførið og frástøðu, men ein lítil áminning heimanífrá lættir um, at vit øll framhaldandi eru varin.

Hevur nakar í húskinum verið uttanlands, verður heitt á tykkum at fylgja tilmælum á hesi slóð og kunningini á www.corona.fo

Viðvíkandi heimauppihaldi: “Tú ert heima við hús, men minst til at halda frástøðu á 2 metrar og hava gott reinføri, tá ið tú ert saman við familjuni/húsfólkinum”

Bestu ynski um gott, trygt og koronafrítt nýggjár.
Jákup av Skarði, fyrstilærari

Comments are closed.

Post Navigation