Góðu foreldur
Í jólamánaðinum hava vit ein talgildan kalendara, ið næmingar tekna og skriva søgu til. Harafturat nýta vit høvið, at næmingar skiftast um at taka pakka burturúr jólasekkinum.
Hesir pakkar, eru pakkar heimanífrá. Hvør næmingur má, í seinasta lagi týsmorgunin (1. des.), taka ein pakka við, ið verður lagdur í jólasekkin. Í pakkanum skal vera okkurt, ið hóskar bæði til gentu og drong – og tað skal ikki vera etandi. Pakkin kann væl vera heimagjørdur, men verður keypt, skal í mesta lagi keypast fyri 30 krónur.
Lærararnir

Comments are closed.

Post Navigation