Skipanin við mánaðarkortunum er henda:

Tit fara á Farstøðina í Havn. Upplýst verður navn á næmingi og føðingardagur. Goldnar verða kr. 500,-. Av hesum peningi fáa tit kr 450,- aftur frá Tórshavnar kommunu, um tit bera teimum (Mentamáladeildini – Katrin Ellingsgaard) kvittanina. Kr. 50,- eru fyri plastkortið, ið Tórshavnar kommuna ikki afturrindar.

Við hesum gjaldið, hava tit goldið fyri tveir mánaðir. Fyrstu ferð tit aktivera kortið – umborð á Ternuni – fer teljarin í gongd og tit síggja hvussu nógvir dagar eru eftir á kortinum fyrra mánaðin. Leggið til merkis, at kortið telir bert fyri ein mánaða í senn, tó at tit hava goldið fyri tveir mánaðir.

Tá ið fyrri mánaðurin “er uppi”, byrjar kortið at telja aftur, tá ið kortið aftur verður nýtt. T.v.s., at um fyrri mánaðurin endar upp undir frídagar, er ikki neyðugt at aktivera seinna mánaðin fyrr enn tit aftur fara at ferðast.

Eru spurningar, kunnu tit ringja til fyrstalæraran, ella venda tykkum til annaðhvørt Strandferðsluna ella Mentamáladeildina í Tórshavnar kommunu.

Comments are closed.

Post Navigation