Vegna korona, verður “SSS-rennidagur” runnin sum tykisrenning, at vit sammeta rennitølini millum Kaldbak, Velbastað og Nólsoy – og eru røsk at avmynda tiltakið.

Ætlandi renna vit mánadagin 5. okt. Næmingarnir møta sum vant í skúlanum og runnið verður frá uml. kl. 8:30. Minnist til hóskandi klæði og vatndunk.

Av tí at veðrið kann lumpa okkum, skulu næmingar sum vant hava skúlatasku við.

Rennileiðin er frá Nólsoyar Bjargingarfelag, gjøgnum Geilina, norður um húsini hjá Annu og Høgna, gjøgnum Túnið, út á Klivar at nerta við “Oyravox” og aftur til Nólsoyar Bjargingarfelag – hetta er 1 km. Næmingarnir renna hesa leiðina nakrar ferðir, vónandi renna elstu næmingarnir í hvussu er 10 km.

Heitt verður á øll at taka atlit til rennandi næmingarnar.

JavS

Comments are closed.

Post Navigation