Undirvísingarstýrið hevur sent skúlanum nøkur orð at leggja fyri foreldrunum. Niðanfyri eru brot úr tilfarinum:

Vilt tú hava ávirkan á, hvat barn títt lærir í skúlanum, og hevur tú eina meining um, hvørji undirvísingaramboð skúlin skal brúka, og hvørjar fysiskar ábøtur skúlanum tørvar, so kanst tú stilla upp til skúlastýrisval 10. november í ár.

Allir sjálvstøðugir skúlar í Føroyum hava eitt skúlastýri, sum er mannað við umboðum fyri foreldrini, kommununa og (í størri skúlum) starvsfólkini. Skúlastýrini viðgera m.a. læringina og trivnaðin í skúlanum og skulu vegleiða skúlaleiðsluna og kommunustýrið.

Foreldur hava ein stóran leiklut í skúlagongdini hjá einstaka barninum. Tey eru við til at skapa tryggleika, trivnað og læring. Samskifti og samstarv millum skúla og heim hevur tí alstóran týdning, bæði fyri menningina hjá einstaka barninum og menningina hjá skúlanum sum heild.

Samstarvið fer fram í gerandissamskifti millum skúla og foreldur, men við foreldraumboðunum í skúlastýrinum kunnu foreldur eisini fáa beinleiðis ávirkan á, hvussu gerandisdagurin í skúlanum verður skipaður. Øll foreldur við foreldramyndugleika hjá børnum, sum eru skrivað inn í ein ávísan skúla, hava valrætt og valbæri.

Skúlastýrisvalið verður sum vanligt samstundis sum kommunuvalið, og foreldur at skúlabørnum fáa útflýggjað valseðil til skúlastýrisvalið saman við valseðlinum til kommunustýrið.

Vallistar verða lagdir fram í skúlunum í seinasta lagi 20. oktober. 27. oktober er seinasta freist at hava uppstillingarfundir á skúlunum. Og 3. november, sjey dagar fyri valdagin, verða uppstillingarlistarnir latnir formanninum í valnevndini.

Tíðarætlan í samband við valið:

20. okt. 2020 skal vallistin verða gjørdur. Vallistin skal verða gjørdur í seinasta lagi 3 vikur undan valdegnum og skal liggja frammi í skrivstovu skúlans ella kommunuskrivstovuni í 14 dagar.

27. okt. 2020 er seinasta freist at hava uppstillingarfund. Valnevndin boðar veljarum til uppstillingarfund í seinasta lagi 14 dagar undan valdegnum.

3. nov 2020 skulu uppskot um valevni vera valnevndarformanninum í hendi.

10. nov. 2020 er valdagur. Val til skúlastýrini verða hildin sama dag sum val til allar føroyskar kommunur

Valrætt og valbæri
§ 2. Valrætt og valbæri til skúlastýrisval hevur hvør tann, sum hevur foreldramyndugleikan yvir barni, sum er skrivað inn í skúlan, sbrt. § 50, stk. 2, nr. 2 í lógini.
Stk. 2. Eingin kann atkvøða, uttan hann er á vallista.
Stk. 3. Foreldur at barni, sum komandi skúlaár flytur í annan skúla, hevur valrætt og valbæri í tí skúlanum, sum barnið flytur í, sí tó stk. 4.
Stk. 4. Foreldur at barni, sum í styttri tíðarskeið enn eitt skúlaár er í øðrum skúla, hevur ikki valrætt og valbæri í hesum skúla.
§ 3. Tað er borgaraskylda at lata seg velja sum foreldraumboð. Hetta er galdandi fyri tey, sum hava foreldramyndugleika yvir barni/børnum í skúlanum.
Stk. 2. Tann, sum hevur verið skúlastýrislimur í 2 valskeið, hevur ikki skyldu til at lata seg stilla upp.
Stk. 3. Kommunustýrið kann eftir umbøn sleppa einum valevni undan at koma á vallista, um serlig viðurskifti tala fyri hesum.

Comments are closed.

Post Navigation