Góðu næmingar og foreldur
Vónandi eru allar korona-testirnar negativar. Tað er tó av alstórum týdningi, at eingin møtir í skúla, um sjúkueyðkenni eru.
Fyri at fylgja korona-tilmælunum er alneyðugt, at næmingarnir hava reinførið í huga. Bæði at vaska sær væl um hendurnar og at hvør næmingur hevur síni egnu amboð (blýant, spískara, saks, viskileður, litblýantar, límstift o.s.fr.).
Heitt verður á foreldur og næmingar at práta um týdningin, at vit alla tíðina hugsa um reinføri og frástøðu.
Eru ivamál eru tit vælkomin at ringja til Jákup, á tlf. 217001.