Góðu foreldur.

Nú vit øll eru aftur í skúla, skulu vit sjálvsagt hugsa um handreinførið. Harafturat er týdningarmikið at vit fylgja tilmælum um frástøðu, soleiðis at smitta ikki verður borin í skúlan at smitta flokksfelagar.

Hesar vikurnar til summarfrítíðina verða skipaðar eftir korona-tilmælum, ið vit øll verða kunnaði um av og á. Havast skal millum annað í huga, at mælt verður til at verða nógv uttandura og heita vit tí á øll at møta í hóskandi klæðum.

Samstundis arbeiða vit nú við brotnu tímatalvuni (ugeskemarevolutionen) og hevur tað við sær, at næmingarnir í stóran mun velja hvørjar uppgávur tey loysa fyrst og hvussu vikan harvið er skipað.

Afturat brotnu tímatalvuni er m.a. hetta at minnast til:

Forskúli: Lesið við barni tykkara hvønn dag. Prátið eisini um tað tit hava lisið.

Yngri bólkur: Lat barnið lesa 20 min. hvønn dag. Minnist eisini til at lata inn søgubók, týsdag.

Eldri bólkur: Lat barnið lesa í minsta lagi 20 min. um dagin og eisini eina løtu fyri onkrum vaksnum.

Við ynskjum um góðar skúladagar

Anna Marna, Bára og Jákup

Comments are closed.

Post Navigation