Rætturin til egið flagg hjá Føroyum er ikki komin av sær sjálvum. Tað vóru føroyskir studentar í Keypmannahavn, við Jens Olivur Lisberg á odda, ið tóku stig til flaggið.

Føroyingar fingu beinanvegin tokka til studentaflaggið, og brátt varð veittrað við tí á fólkafundum í Føroyum. Men tað er ikki fyrr enn skipini fara at sigla við tí, at stríð tekur seg upp við donsku myndugleikarnar.

Tað kemur til skarpskeringar Føroyar og Danmarkar ímillum eftir flaggøluna á Tingvøllum í Íslandi í 1930 og íkki minni á ólavsøku sama ár.

Tá ið Seinni Heimsbardagi brestur á, og bretar herseta Føroyar, er flaggspurningurin vorðin brennandi heitur. Lagt til rættis: Suni Merkistein og Hans Petur Hansen.

Comments are closed.

Post Navigation