Góðu næmingar – og foreldur 🙂

Samstundis sum vit ynskja at minna á týdningin, at tit javnan lesa, fara vit ikki at geva tykkum heimaarbeiði í páskafrítíðini.

Lærararnir arbeiða við brotnari tímatalvu, ið verður løgd á heimasíðuna, men av tí at einki er greitt enn, hvussu skúladagarnir verða skipaðir eftir páskir, kunnu vit ikki leggja “seinastu hond á”. 

Minnist til, at tit eru vælkomin at ringja/skriva til lærararnar, um okkurt er at spyrja um – ella at práta um.

Við ynskjum um einar gleðiligar páskir, har vit øll minnast til at halda frástøðu.

Anna Marna, Bára og Jákup

Comments are closed.

Post Navigation