Góðu næmingar og foreldur 🙂

Hvussu gongur við uppgávunum í brotnu tímatalvuni? Minnist til, at lærararnir eru tøkir, so eru spurningar kunnu tit altíð senda teldubræv ella sms. Sjálvsagt eru tit eisni vælkomin at ringja, í skúlatíð – tó kann henda, at lærararnir eru á fundi.

Anna Marna og Bára fara at ringja til tykkara, í forskúla og yngra bólki at vita hvussu gongur. Jákup og eldri bólkur fara at samskifta á Teams, kl. 13 í dag.

1) Eldri bólkur: Tit skulu bara tendra net-telduna (Chrome-book), logga á sum næmingur við NOLa1970, velja seinna skiljiblaðið og har logga á O365. Síðani velja tit álmanakkan og melda til fundin, ið eg havi boðið tykkum til. Hugsið um hvar tit eru stødd, tí eg fari at biðja tykkum tendra myndatólið á telduni, so øll síggja hvønn annan 🙂

2) Næmingar og foreldur kunnu taka O365 niður á telefon, teldu, teldil, ið tit sjálvi eiga, eins og víst verður til á hesi slóð. Hetta er ókeypis hjá øllum, ið hava O365-brúkara frá skúlanum. Ringið til Jákup (tlf. 217001), um tykkum tørvar hjálp at taka forritið niður.

Í gjár var lærarafundur á Teams og har avgjørdu vit, at brotna tímatalvan til komandi viku verður løgd á heimasíðuna eftir døgurða fríggjadagin. 

Hendan skúlatíðin á netinum er nokkso løgin, men týdningarmikið er, at vit øll halda okkum til, ikki falla í fátt, men læra av ymsu avbjóðingunum.

Við vón um góða og trygga skúlatíð á netinum.

Lærararnir og fyrstilærarin.

Comments are closed.

Post Navigation