Flogbarnakapping millum 3. flokkar í Tórshavnar kommunu,
verður í Høllini á Hálsi, mikudagin 4. des. 2019.

Vit eru saman við Skúlanum á Fløtum og kappast móti Eysturskúlanum, Skúlanum við Løgmannabreyt og Skúlanum á Argjahamri.

Vit møta sum vant í skúlanum og fylgjast síðani út á Klivar. Fara til Havnar kl. 8:15 og út aftur kl. 12:30.

Næmingarnir skulu hava góðan matpakka og vatndunk við. Tey, ið eiga innanduraskógvar, kunnu hava teir við, men tað er ikki krav. 

Vinarliga
Jákup av Skarði

Comments are closed.

Post Navigation