Sum vant verður ymiskt gjørt burturúr, skúladagarnar upp undir jól. 

Hvønn skúladag í desember verður ein jólasøga, ið næmingur hevur skrivað, lisin upp, samstundis sum myndin, ið næmingurin hevur evnað, verður víst á SmartBoard.

Harafturat taka næmingarnir sær jólapakka! Tí mugu allir næmingar taka við sær ein jólapakka, ið skal lúka ávísar treytir!

Tað, ið er í pakkanum, skal:

  1. Gleða og hóska bæði gentu og drong
  2. Vera nakað, ið ein sjálvur hevði ynskt sær
  3. Ikki vera etandi
  4. Í mesta lagi kosta 30 krónur
  5. …vera pakkað inn og latast flokkslæraranum í seinasta lagi 2. des.

Lærararnir

Comments are closed.

Post Navigation