Góðu næmingar og foreldur/avvarandi

Hesa vikuna hava vit í Nólsoyar skúla og á Látrinum verið í sera spennandi filmsarbeiði, undir leiðslu av Nicolaj Falck og Rógva Rasmussen. Tit fara at frætta nær hesin parturin er kliptur og samansettur – og klárur at vísa fram. Tykkum kunnugt, er filmsarbeiðið afturvendandi til 1. mars 2020.

Komandi mánadag, 26. aug. 2019, fara vit undir fyrstu vikuna við tímatalvu. Skúlatíðini hjá øllum næmingum (forskúli, yngri bólkur og eldri bólkur) byrjar kl. 8:00 og tí eru tey vælkomin í skúlan frá kl. 7:45. Minnist til góðan matpakka og at tey fáa vatn afturvið í skúlanum. 

Forskúlin fylgist við Annu Marnu oman á Látrið og eru har frá kl. 10.

Yngri bólkur (1.-3. fl.) endar kl. 11:30 og fara tey tá oman í frítíðarskúlan.

Eldri bólkur (4.-7. fl.) er í skúla til kl. 12:30, mánadagin, og tí er eisini gott at hava onkra frukt ella líknandi við, at taka við út í seinna fríkorterið.

Við skúlakvøðu
Jákup av Skarði

Comments are closed.

Post Navigation