Góðu næmingar og foreldur

Í morgin, mánadagin 20. mai, møta næmingarnir sum vant, men fylgjast síðani við Báru út á Klivar. Vit fara til Barnasangfagnaðin í Norðurlandahúsinum. Tiltakið er kl. 9-15  og koma næmingarnir tískil út aftur kl. 16:20. Minnist til matpakka, vatndunk og mánaðarkort.

Týsdagin er vanlig skúlagongd.

Mikudagin 22. mai, vitjar “Orkestur 1” úr Tórshavnar Musikkskúla. Kl. 10:30 er almenn konsert, í skúlanum. Kl. 13:00 fara vit á seturskúla (næmingarnir fáa brævið við í morgin).

Hósdagin eru vit á seturskúla.

Fríggjadagin koma næmingarnir út við Ternuni kl. 12:30.

Vinarliga
Jákup

Comments are closed.

Post Navigation