Góðu næmingar, foreldur og gestir.

Stóra takk fyri sera hugnaligt jólahald leygardagin.

Hesar seinastu dagarnar møta vit sum vant kl. 8.

Mikudagin fylgjast vit úr skúlanum oman í kirkjuna. Eftir jólaguðstænastuna fylgjast næmingarnir við starvsfólkunum á Látrinum.

Hósdagurin er seinasti skúladagur fyri jól. Tá er gott at hava onkran posa – afturat taskuni – at bera jólaprýði og annað við heim.

Fríggjadagurin er fyrsti frídagur í jólafrítíðini.

Comments are closed.

Post Navigation