Góðu næmingar og foreldur.
Eins og broytt er í ársætlanini, verður ikki svomið í mai og juni 2023.
Orsøkin er kunngerðin, ið sett varð í gildið 20. mars 2023
“2.2. Tá skúlin hevur svimjing ella tiltøk saman við næmingum í svimjihøllini, hava allir lærarar ábyrgdina av trygdini hjá næmingunum. Tó skal tað altíð verða í minsta lagi ein lívbjargari við fullgildum prógvi frá góðkendum skeiðsveitara til staðar í svimjihøllini. Hetta kann vera svimjilærarin ella ein av svimjilærarunum. Lívbjarganarprógvið skal sambært galdandi reglum endurnýggjast árliga.“
Í samskiftið við UVS er mær víst á, at lívbjargarar, ið starvast í svimjihøllini í Gundadali, telja ikki við. Nú verður bíðað eftir, at UVS skipar, at lærarar árliga fáa lívbjarganarprógv.
Jákup av Skarði
Fyrstilærari Nólsoyar skúla