Nólsoyar skúli, Kaldbaks skúli, Velbastaðar skúli og Frískúlin í Havn (á Velbastað), vóru frálíkan túr í fiskikappingini. Hugaligur partur, eisini við atliti at lærugreinini “Náttúra og tøkni”.
Nólsoyar bókasavn skipaði í summar hugaligt “Summar-Lesi-Bingo”.
Í dag fingu næmingarnir, ið høvdu “fult rað” ella “fulla plátu”, vinningar. Vit kunnu fegnast um sera góða undirtøku, tí 5 næmingar av 14 fingu vinning (ein næmingur er uttanlands).
Minnist til at taka bingopláturnar við í skúla í morgin, fríggjadagin 26. aug.
Handaðir verða vinningar til fult rað og fulla plátu.
Nólsoyar bókasavn og Nólsoyar skúli
Sprotin:
(lívfr.) ljóssamevning, fotosyntesa (tá ið grønar plantur í sólarljósi gera vatn og koltvísúrni í luftini um til kolvætu)
Ein fittur filmur, ið næmingarnir sóu í morgun:
Nú evnið er “Blómur”, heittu vit aftur á næmingarnar at geva sær far um ymiska vøksturin í viðarlundini – og eisini at hava í huga, hvussu litirnir broytast, hesar dagar vit fara til Havnar í heyst.
Mikudagin 24. august 2022 fara vit (1.-7. fl.) aftur at svimja í Gundadali.
Forskúlin er í skúlanum.
Fyri at dagurin skal eydnast so væl og trygt sum gjørligt eru hesar leiðreglur:
- Vit møta í skúlanum.
Síðani fylgjast vit út á Klivar og fara til Havnar kl. 8:15.
Tað lættir øgiligt um, um øll møta í skúlanum, stundisliga. - Vit sigla heim aftur kl. 12:30.
- Er onkur næmingur, ið ikki skal við til Nólsoyar, mugu foreldrini boða flokslærara frá.
Minnist til:
Mánaðarkort (tey, ið gjalda)
Matpakka
Vatn-dunk
Svimjiklæði og handklæði
…og ílætin klæði, ið hóska veðrinum
JavS
Her legðist afturat heilahvirlurni og spennandi verður at frætta, hvørji hugskot næmingarnir hava til at fríðka í bygdini.
1.-7. fl. fara til Havnar mikudagin kl 8:15 at renna og svimja, tá leggja vit helst eisini til merkis onkur blómu-hugskot – vit fara út aftur kl 12:30.
JavS
Í partinum “Tímatalvur 2022_2023”, er viðmerkt hvussu skúlatíðirnar eru í komandi viku.
Klokkutíðir eru viðmerktar í partinum “Leiðreglur skúlans / Trivnaðarætlan”.
Vanlig tímatalva byrjar í aðru viku, v35 (29.08.2022).
JavS
Fyrst royndu børnini at gita, hvat evnið mundið vera. Tá ið tað var greitt, gjørdu vit eina heilahvirlu.
Í morgunsanginum vitjaðu 3. flokkarnir í skúlanum á Fløtum.
Til evnisarbeiðið skukdu næmingarnir eisini henta rølliku – til at gera saft.
Gott vikuskiftið
JavS