Eftir frálíku evnisdagarnar um “Fiskar”, verður nú gingið eftir tímatalvuni, ið tit síggja á undirsíðuni “Tímatalvur 2021_2022”.

Lesiátak er bæði í yngra og eldra bólki og hava øll “lesiheftið”, soleiðis at næmingarnir lesa heima einar 20 minuttir hvønn dag.

Vh, JavS

Í arbeiðsheftinum, ið næmingarnir hava fingið at arbeiða við í skúlanum (hesa vikuna), er eisini at læra seg at kvøða “Fiskurin bítur”.

Um tit eru í fb-bólkinum “Nólsoyar Dansifelag”, kunnu tit fylgja hesi slóð.

Fiskurin bítur,
nú roynast raskar hendur,
royni seg nú tann, ið eigur nakran mátt;
stokkut er stundin, til sjóvarfallið vendir,
eydnan á útróðri skiftir ofta brátt.
Nýt hesa stund;
egn teg við skund,
lat so renna niður, til loddið er á grund.

Kvikhentur maður, meðan snørið man renna,
sløgir og foragn og beitur sær sker,
ræsir og heintar – og toskur er at kenna,
breðgur væl við, so hann ongulfastur er.
Liðmjúkan arm,
sveittan í barm;
grenjar í tolli, men ongan annan larm.

Fýra eru á. O, vælsignað fløkja!
Loddið við borðið! So lyfta vit teir inn.
Stendur illa í? So mást tú teir krøkja;
høgg teimum kleppin í nakka ella kinn.
Syft teir inn um stokk,
gev teimum á knokk.
Slagbeit og greið so, tí kurlað er tað nokk.

Blankur sum messing og feitur og rundur,
nýkomin fiskur av fagrasta slag;
royna vit mugu at halga hann uppundir,
fæst hann at elta, so draga vit í dag
mangan góðan drátt,
fylla bátin brátt,
damla so heim eftir innskotum í nátt.

Mikkjal Dánjalson á Ryggi (1879-1956)
(Songbók Føroya Fólks, nr. 144)

JavS

Sum vit prátaðu um í dag, er “Fiskar” heitið á evninum í innskúlingarvikunum.

Hósdagin 19. aug. 2021
Allir næmingar møta kl. 8 og fáa frí kl. 11:30

Fríggjadagin 20. aug.
Allir næmingar møta kl. 8 og fáa frí kl. 11:30

Mánadagin 23. aug.:
Um viðrar fara vit oman í fjøruna og á seiðabergspláss.
Yngri bólkur kl. 8:00 – 11:30
Eldri bólkur kl. 8:00 – 12:30

Týsdagin 24. aug.:
Yngri bólkur kl. 8:00 – 11:30
Eldri bólkur kl. 8:00 – 12:30

Mikudagin 25. aug.:
Yngri bólkur 8:00 – 11:30
4.-6. fl. 10:00 – 12:30
7. fl. í Eysturskúlanum

Hósdagin 26. aug.:
Til Havnar kl. 8:15 og heim aftur kl. 12:30
Vit fara á Sjósavnið (kl. 10:00 – 11:00)
Minnist til hóskandi klæði, matpakka/vatndunk og mánaðarkort

Fríggjadagin 27. aug.:
Øll eru í skúla kl. 8-11:30
Maud ger næmingunum ein fiskarætt at eta kl. 11.

Undirvísingarstýrið er í dag komið við hesi fráboðan:

Nú skúlarnir byrja aftur, er umrøtt, hvat rættast er at gera í sambandi við børn, ið hava verið uttanlands.

Vit hava verið í sambandi við korona ráðgevingina og er tilmælið, at børn, ið koma beinleiðis úr útlandinum, tá skúlin byrjar, skulu verða heima fyrstu 4 dagarnar og á 4. degi lata seg kanna fyri korona.


Sum boðað varð, tá ið vit fóru í summarfrí, er innskrivingin í 1. fl. í dag kl. 17:30.

Í morgin møta allir næmingar kl. 10 til 11.

Bestu ynski um gott skúlaár 2021/2022.

Jákup av Skarði