” Staðbundnu nevndirnar halda fast við verandi skúlabygnað og ynskja sostatt ikki, at smáu skúlarnir verða lagdir saman við størri skúla. Á fundi í mentamálanevndini tann 10. juni í 2020 varð so endaliga samtykt, at smáu skúlarnir verða ikki lagdir saman við størri skúla. “

Loksins er málið endað og vit kunnu arbeiða áfram við samstarvsmøguleikum. Slóð til greinina.

JavS

Góðu foreldur
Í jólamánaðinum hava vit ein talgildan kalendara, ið næmingar tekna og skriva søgu til. Harafturat nýta vit høvið, at næmingar skiftast um at taka pakka burturúr jólasekkinum.
Hesir pakkar, eru pakkar heimanífrá. Hvør næmingur má, í seinasta lagi týsmorgunin (1. des.), taka ein pakka við, ið verður lagdur í jólasekkin. Í pakkanum skal vera okkurt, ið hóskar bæði til gentu og drong – og tað skal ikki vera etandi. Pakkin kann væl vera heimagjørdur, men verður keypt, skal í mesta lagi keypast fyri 30 krónur.
Lærararnir

Skúlastýrið skal skipa seg í seinasta lagi eina viku eftir valið.

Forkvinna: Aðalbjørg Jógvansdóttir Linklett
Næstformaður: Leif Hansen
Varðaumboð-foreldur: Vígdis Bjarnadóttir
Býráðsumboð: (Er ikki fráboðað)
Varðaumboð-býráð: (Er ikki fráboðað)
Skúlaleiðari (skrivari): Jákup av Skarði

Fyrsti fundur er ætlaður: 27/01-2021

JavS

Til skúlastýrisvalið 2020 høvdu 26 atkvøðurætt. 23 atkvøddu og varð úrslitið:

Aðalbjørg 9 atkvøður
Leif 8 atkvøður
Vígdis 6 atkvøður

Skúlaleiðarin kallar nývaldu foreldraumboðini til fundar innan eina viku eftir valið. Á fundinum skipa foreldraumboðini formans- og næstformansessin.

Býráðið 158 atkvöður. 184 valrætt.

Staðbundna nevndin 147 gyldugar atkvöður (1 ógildað. 2 blankar). 184 valrætt.

Skúlastýrið 23 atkvöður. 26 valrætt.

Til lukku við úrslitunum.

Bestu ynski um gott samstarv.

Jákup av Skarði
Fyrstilærari

Á skránni hesa vikuna eru…

Sálmur nr. 522: Guð, ger meg til eitt lítið ljós

Føroyskur sangur:

Byrur er, skipið fer
langt til onnur lond,
/: og kæra genta sjómansins
hon syrgir eftir á strond. :/

Grát ei, genta góð,
turka burtur tár
/: og hugsa um meg og tað eydnustund,
sum kemur um eitt ár. :/

Silvur og gull, kistan full,
alt er gáva frá mær,
/: ja, eg havi silki og skrúð og skreyt,
og alt samalt gevi eg tær. :/


Útlendskur sangur:

(2x) Lese og skrive og regne er bra
(3x) Men at få sjunga lidt
Gør os så glad

Vit royna hann eisini á týskum

Dømi – stórt kór