Góðan morgun góðu næmingar – og foreldur 🙂

Hvussu gongur tykkum at loysa uppgávurnar? Verið vælkomin at skriva onkrar søgur um hesar dagarnar vit arbeiða heimanífrá. Tit kunnu eisini tekna onkra mynd um hvat tit gera heima.

Forskúli:
Lesið og roknið saman við børnunum. 

Yngri bólkur:
Lesið 15 min. um dagin og roknið somuleiðis.

Eldri bólkur:
Í dag fara tit at sleppa at læna nýggja Chrome-book heim. Hetta verður í sambandi við eini roynd at nýta ymisk amboð á O365.

Øll:
Manglar tykkum lesibøkur, so er bara at siga Báru frá.

Kahoot í dag: Evropa

Eru spurningar? Skrivað ella ring til lærararnar.

Hava tit gloymt brúkaranavn/loyniorð til O365? Skriva til Jákup.

Góðan net-skúladag 🙂
Jákup av Skarði

Forskúli:
Lesið og roknið saman við børnunum. Hugaligt um tit tekna onkra mynd til søgurnar, ið tit lurta eftir – til dømis tær, ið eru á heimasíðuni hjá Kuldakrákuni.

Yngri bólkur:
Send Báru teldubræv, hvørja bók tit velja at skriva ummæli um. Roknið eisini áfram.

Eldri bólkur:
Send Báru og Jákup teldubræv við føroyska tekstinum til eTwinning. Eldri bólkur leitar fyrst fram søgubókina á www.ibok.nam.fo og roynir seg síðani í Kahoot.

Øll:
Í ítrótti eru nakrar venjingar nevndar á nýggju síðuni “Skúlagongd á netinum 2020”.
Í støddfrøði kunnu tit eisini royna tykkum á: Matematikbogen

Kahoot í dag: 18. mars 2020 er úr søgubók Yngri bólkur kann lata foreldrini hjálpa sær.

Eru spurningar? Skriva ella ring til lærararnar.

Hava tit gloymt brúkaranavn/loyniorð til O365? Skriva til Jákup.

Góðan net-skúladag 🙂
JavS

Týsdagur 17. mars 2020

Nú broyttist málsliga og verður covid-19 nú føroyskað til korona (við stavinum k heldur enn c).

Forskúli: Heitt verður á foreldur at lesa og rokna saman við børnunum. Á “eyka-síðuni”, á heimasíðu skúlans, er eisini slóð til søgur, ið lisnar eru inn í barnaútvarpinum.

Yngri bólkur: Skrivið í “Les fyri mær” og latið næmingarnar velja onkra bók at skriva ummæli. Roknið eisini áfram.

Eldri bólkur: Foreldrini hava fingið slóð sendandi til trý støddfrøðisspøl. Spælið spølini og sendið Jákupi teldupost við myndum av spølunum. Veljið tykkum eisini eina bók til bókaframløgu. Til bókaframløguna skulu tit eisini skapa onkran lut at vísa fram.

Kahoot í dag: 17. mars 2020 – ymiskt

Eru spurningar? Skriva ella ring til lærararnar.

Góðan net-skúladag 🙂
JavS

Góðu næmingar og foreldur!

Nú covid-19 (corona-virus) herjar, fara vit at nýta høvið at lata næmingar royna seg við ymsum uppgávum heimanífrá. Fyrsta uppgávan var við støddfrøðis-kahoot, har fleiri royndu seg.

Mánadagur 16. mars 2020

Yngri bólkur: Minnist til at lesa heima í hvussu er 15 min. Yngri bólkur hevur støddfrøðibøkurnar heima og skulu rokna áfram.

Eldri bólkur: Tit fingu fyri í støddfrøði (Kahoot, ið skal sendast Jákupi, tit skulu ikki leggja hana út). Tit hava eisini fingið fyri at skriva føroyskan tekst til eTwinning (at senda Báru og Jákupi). Til eTwinning hava tit eisini fyri at tekna myndina – bert ein næmingur hevur longu loyst tekniuppgávuna.

Bøkur: Vendið tykkum til Báru, um tykkum tørvar bøkur.

Eru spurningar til uppgávuna? Logga á O365 og skriva læraranum/lærarunum boð. Minnist tú ikki loyniorðið til O365? Ring til Jákup á tlf. 217001.

Kahoot í dag er um fløgg

Roynið eisini hesa slóð: Sofaskolen

Við ynskjum um góða net-skúlagongd, har vit ansa eftir okkum sjálvi og hvørjum øðrum.

Lærararnir og fyrstilærarin.

Hesar dagarnar, skúlin er stongdur, fara vit at gera onkrar net-royndir.

Fyrsta royndin er at vita hvussu riggar at slóða til Kahoot-venjingar. Næmingarnir í eldra bólki hava fyri heima at fyrireika støddfrøðis-kahoot, so vónandi vera fleiri heilt skjótt.

Kahoot-JavS-12mars2020

Game-pin: 0497150

JavS 🙂

Góðu næmingar og foreldur

Boð eru júst komin úr Uttanríkis- og mentamálaráðnum, at skúlin skal steingja skjótast gjørligt.

Tess vegna er eingin skúlagongd í morgin!

Frá mánadegnum 16. mars og tvær vikur fram, er fyribils eingin skúlagongd.

Vinarliga
Jákup av Skarði, fyrstilærari

Góðu næmingar og foreldur

At stuðla undir, at næmingar ikki verða óneyðuga ørkymlaðir, nýttu vit – lærarar – eina løtu í dag at práta um støðuna.

Fyrst og fremst er áheitanin at hugsavna seg um hand-reinføri (eisini við atliti at skrubb og barnaormum). Harafturat settu vit orð á “at ansa eftir okkum sjálvum og ansa eftir øðrum”, har vit seta ferðina niður, slappa av og halda okkum frá óneyðugum tiltøkum.

Nógvir spurningar vóru og øll komu til orðanna. Sjálvur haldi eg eisini at vit góvu teimum gott og greitt svar.

Enn er ikki greið fráboðan um skúlagongd, men roknað verður við, at skúlarnir eru stongdir mánadagin 16. mars og tvær vikur fram.

Vinarliga
Jákup av Skarði, fyrstilærari