Í dag fáa næmingarnir tilmeldingarseðlar til Strok og Píka7. Samstundis fáa yngru næmingarnir ókeypis Píka7 og eldru næmingarnir ókeypis Strok.

Vónandi verða nógvir haldarar í Nólsoyar skúla. Talan er um tvey góð, innihaldsrík og vøkur bløð, ið vit ætlandi eisini fara at senda tilfar til – kanska okkurt um filmsarbeiðið okkara?

 

Fyri at tekna seg sum haldara, verður farið á hesa slóð.

Systkinaavsláttur: Fyrsta haldið kostar 250 krónur og tey eftirfylgjandi 125 krónur hvørt!
GG: Systkinaavslátturin er eisini galdandi fyri blaðið Píka7!

 

Tilmeldingin til skúlaárið 2019/20 letur upp mánadagin 26. august kl. 18.00 og endar sunnudagin 1. september 2019. 

Verið vælkomin niðan í Nólsoyar skúla, í kvøld kl. 18:00 til 21:00, um tykkum tørvar hjálp at melda til. 

Heimasíðuslóð til Tórshavnar kvøld-, ungdóms- og listaskúla, er her.

Góðu næmingar og foreldur/avvarandi

Hesa vikuna hava vit í Nólsoyar skúla og á Látrinum verið í sera spennandi filmsarbeiði, undir leiðslu av Nicolaj Falck og Rógva Rasmussen. Tit fara at frætta nær hesin parturin er kliptur og samansettur – og klárur at vísa fram. Tykkum kunnugt, er filmsarbeiðið afturvendandi til 1. mars 2020.

Komandi mánadag, 26. aug. 2019, fara vit undir fyrstu vikuna við tímatalvu. Skúlatíðini hjá øllum næmingum (forskúli, yngri bólkur og eldri bólkur) byrjar kl. 8:00 og tí eru tey vælkomin í skúlan frá kl. 7:45. Minnist til góðan matpakka og at tey fáa vatn afturvið í skúlanum. 

Forskúlin fylgist við Annu Marnu oman á Látrið og eru har frá kl. 10.

Yngri bólkur (1.-3. fl.) endar kl. 11:30 og fara tey tá oman í frítíðarskúlan.

Eldri bólkur (4.-7. fl.) er í skúla til kl. 12:30, mánadagin, og tí er eisini gott at hava onkra frukt ella líknandi við, at taka við út í seinna fríkorterið.

Við skúlakvøðu
Jákup av Skarði

Nú skúlaárið 2019/2020 byrjar, finna Látrið og Nólsoyar skúli saman um  filmsverkætlanina, Nólsoy – sæð við barnsins eyga, ætlanin at tað skulu gerast 4-5 stuttfilmar, ið lýsa okkara bygd og oyggj.

Hetta hevur við sær, at fyrsta skúlavikan verður øðrvísi enn vanliga tímatalvan og síðani er filmsverkætlanin gjøgnumgangdi partur frá august 2019 til mars 2020.

Rógvi Rasmussen og Nicolaj Falck koma at undirvísa og leggja okkum lag á. Størsti parturin verður hesa vikuna og síðani verður leypandi vegleiðing, til filmurin er liðugur – 01. mars 2020 😊

20.-23. aug. 2019: Barnagarðsbørn, forskúlanæmingar og næmingar møta kl. 8:00 í Nólsoyar skúla. Kl. 12 fara vit øll oman á Látrið at eta og skúladagurin endar kl. 12:30. Minnist til góðan matpakka, ið etin verður umleið kl. 10. Tey fáa vatn afturvið matpakkanum. Stórur partur av arbeiðinum er uttandura. Tí er sjálvsagt neyðugt, at børn/næmingar hava hóskandi klæði – eisini um tað regnar.

Góðu næmingar 🙂

Mánadagin 19. august 2019 byrjar nýggja skúlaárið.

Allir næmingar møta í skúlanum kl. 10:00.

Við ynskjum um læruríkt 2019/2020 🙂

Bára, Anna Marna og Jákup

Við hesum verður ynskt Vilmu Poulsen til lukku við starvinum sum vaskifólk í Nólsoyar skúla.

Samstundis takkar Nólsoyar skúli Janu Holm fyri drúgva tænastu. Bestu ynski frameftir.

Skúlans vegna.

Jákup av Skarði, fyrstilærari.