Góðu nólsoyingar

Mikukvøldið 11. apríl, kl. 19, bjóða vit tykkum niðan í Nólsoyar skúla til alment tiltak við yvirskriftini: Málmenning

Fyrilestrarhaldarin, Gitte Klein, skrivar soleiðis: 
 
Námsfrøðingar og lærarar hava seinastu tíðina rópað varskó, tí alt fleiri børn og ung duga verri føroyska málið. Í barnagarði eygleiða námsfrøðingar, at børnini spæla á enskum og donskum og duga betri ensk orð og hugtøk enn føroysk. Tey kenna betri purple og yellow enn lilla og gult. Lærarar siga seg ikki longur kunnu geva børnum skúlating fyri, tí tey skilja ikki føroysku orðini. Kanningar vísa, at børn sum hava eitt fátækt mál hava verri sálvsmynd enn onnur.
 
Í fyrilestrinum verður komið inn á, hvussu børn læra og hvussu vit kunnu skapa umstøður fyri eini góðari málmenning.
 
Gitte Klein rekur ráðgevingarfyritøkuna grit.fo. Hon hevur í februar útgivið bókina Mennandi sálarfrøði- sálarheilsa og trivnaður í verki. Hennara serøki eru: trivnaður, sálarheilsa, motivatión og mental venjing hjá ítróttarfólki. Hon arbeiðir bæði við børnum og vaksnum. Gitte Klein hevur eina Master í Positivari sálarfrøði og um at taka eina kandidat í sálarfrøði. Harumframt er hon útbúgvin lærari.
 
Við vón um fjølmenta uppmøting 😊
Lærararnir