Nú eru útvarpssendingarnar tøkar 😊
Hoyr frágreiðingina um málningarnar á brimgarðinum, her
Hoyr frágreiðingina um m.a. skaldbøkuna Ragnhild, her
Mari Ann vitjar í dag – at práta við næmingarnar.
Í morgin vitjar barnatannrøktin.
…og fríggjadagin fara vit til Havnar at renna og svimja.
Við ynskjum um góða og læruríka viku 🙂
JavS
Kommunan vil betra um bussleiðina og hevur í hesum sambandi gjørt eina spurnakanning og ynskir fegin at frætta frá brúkarum.
Slóðin til spurnarkanningina er her
Nú “Luther-tiltak” verður í kirkjuni og missiónshúninum, sunnudagin komandi, arbeiða vit í skúlanum við sama evni.
Ein partur er morgunløtan, har vit læra okkum sálmin nr. 255: “Vár Guð er føst og haldgóð borg”.
http://snar.fo/luther2017/kendasti-salmurin/
Hinir sangirnir hesa vikuna eru: “Sólin skínur á bláan sjógv” og “Vem kan segla forutan vind”
Frálíkur dagur í samstarvinum millum Velbastað, Kaldbak og Nólsoy. Fóru við Westward Ho fyrrapartin og fingu 44 fiskar.
Góðu næmingar og foreldur/avvarandi
Mánadagin og fríggjadagin í komandi viku, verða sendingarnar úr Nólsoy, í Kringvarpinum.
Mánadagin snýr tað seg um skúlan og fríggjadagin um málningar.
Góðu foreldur/avvarandi
Felags foreldrafundur verður í Nólsoyar skúla,
týskvøldið 5. sept. 2017, kl. 19:30 til 21:00
Jákup av Skarði
fyrstilærari