Góðu næmingar og foreldur/avvarandi.

Skúlin hevur keypt bókasavninum nógvar nýggjar bøkur. Men vilja tit tryggja tykkum nýggjastu føroysku bøkurnar, beint sum tær eru prentaðar, so kunnu tit melda tykkum til Bókaklubban – og samstundis fáa bøkurnar til serprís!

Tit melda tykkum til her

Er okkurt ivamál, kunnu tit altíð spyrja læraran 🙂

Heimaarbeiði er ein týdningarmikil partur í skúlagongdini.

Í støddfrøði, í eldra bólki, seta næmingarnir sær heimaarbeiðið í “Boð- og setningsbókina”. Tá ið stykkið er roknað, er eisini umráðandi at leita í svarlistanum, at vita um rætt er roknað.

Slóðirnar til svarlistarnar eru:

4. flokkur

5. flokkur

6. flokkur

At venja tabellir kann hendan slóðin nýtast: http://www.denlilletabel.dk/

“Støddfrøði er í øllum :-)”

JavS

Til øll foreldur at skúlabørnum í Tórshavnar kommunu

Viðurskiftini viðvíkjandi trygging av næmingum vóru kannað fyri nøkrum árum síðani, og komið varð til ta niðurstøðu, at kommunur hava ikki heimild at vanlukkutryggja næmingar.
Ein kommuna kann bert svara fyri skaðar, kommunan sjálv hevur ábyrgd av, og hevur tískil eisini bert heimild til at tekna trygging fyri slíkar skaðar, og sum er, varða kommunurnar bert av tí partinum av skúlaøkinum, sum er bygningar og rakstur av hesum.
Tí kann kommunan hvørki tekna vanlukkutrygging móti fylgjunum av hendiligum óhappum, ið næmingar verða fyri, ella tekna ábyrgdartrygging fyri skaðar, næmingar gera á fólk ella lutir.
Sostatt hava tygum sum foreldur ábyrgdina av, at barn/børn tygara verða fevnd av tílíkari trygging, um tygum ynskja tað.
Í skúlum hevur kommunan tó ábyrgdina av bygningum og fysisku kørmunum um skúlan.
Fær næmingur skaða, tí at viðurskifti, ið kommunan hevur ábyrgdina av, ikki eru í lagi, kemur kommunan sjálvandi undir endurgjaldsábyrgd og rindar endurgjald.