Forskúli í Nólsoy

Ætlanin við forskúlanum í Nólsoy er, at børnini fáa eina bleyta gongd, úr dagstovni i skúla. Vit hava undanfarin ár skipað skúladagar, har “skúlabólkurin” er boðin nakrar dagar og eina viku í skúlaárinum, at læra seg at kenna umhvørvið og avbjóðingarnar. Nú ynskja vit at hetta verður tilboð hvønn fyrrapart í skúlaárinum.

Forskúlatilboð í Nólsoyar skúla:

07:45 Allir næmingar eru vælkomnir at nýta felagshøli í skúlanum
08:00 Forskúlabørnini byrja morgunprát saman við yngra bólki (1.-3. fl.)
08:20 Forskúlabørnini kunnu fara í serstovuna ella annað hóskandi undirvísingarstað.
09:20 Morgunsangur
09:30 Matarsteðgur
09:45 Fríkorter
10:00 Forskúlabørnini fara oman á Látrið

Serstovan sum “støð”
At barnið kennir seg trygt, er ein fortreyt fyri at læra seg okkurt nýtt. Tí seta vit serstovuna at verða teirra støð, umframt at tey hava hvør sítt skápinum á ganginum.

Onnur tiltøk og frávik/broytingar
Sum grundskipan, verður hugsað, at barnið kann møta kl. 07:45. Men í hvussu er byrjar dagurin saman við yngra bólki kl. 8:00. Vanliga enda dagarnir kl. 10:00, men frávik kunnu verða, um t.d. farið verður til Havnar at svimja, ella onnur tiltøk verða skipað.

Høvuðsevnini í ársætlanini
Í eini “læri- og spælitilgongd”, ynskja vit at arbeiða við hesum evnum:

  • Kroppur, motorikkur, ítróttur og kostur.
  • Tónleikur, handverk og list.
  • Málmenning – ljóð, stavir/stavilsi, sangur.
  • Støddfrøði og náttúruvísind.
  • Kvæði, skjaldur og dansur.
  • Sálmur og kristni.
  • Árstíðirnar.

Fyri Nólsoyar skúla
Jákup av Skarði, fyrstilærari

Komandi skúlaár verður farið undir nýtt forskúlalíknandi tilboð í Nólsoy.

Sum liður í at menna hóskandi tilboð í Nólsoy og fyri at tryggja børnum í Nólsoy og foreldrum teirra hóskandi valmøguleikar, er samtykt at seta í verk eina royndarverkætlan í Nólsoy.

Talan er um eitt samansett tvørfakligt undirvísingar- og frítíðartilboð millum Nólsoyar skúla og Dagstovnin Látrið í Nólsoy, ið eisini fatar um frítíðarskúla. Skúlin og dagstovnurin virka í tøttum samstarvi soleiðis, at eitt áhugavert tilboð er gjørligt.

Gjørd er ein ársætlan, ið skipar eina læri- og spælitilgongd í:

-Likami, motorikki, ítrótti og kosti
-Tónleiki, handverki og list
-Málmenning – ljóð, stavum, sangi
-Støddfrøði og náttúruvísindi
-Kvæði, skjaldri og dansi
-Sálmi og kristni
-Árstíðunum

Verkætlanin er ein roynd og verður eftirmett komandi ár. Tórshavnar kommuna hevur samtykt tilboðið, og Mentamálaráðið hevur góðtikið tað.

Eru spurningar, ber til at venda sær til:
Jákup av Skarði, fyrstalærara ella Jensu Højgaard Poulsen, stovnsleiðara.

Torshavn.fo