257
Arbeið, tí náttin kemur,
arbeið, tá rísur sól,
arbeið, tá døggin glitrar
morgunfrísk um hól.
Harrin til arbeiðs bjóðar,
kall títt er dýrt og hátt,
stórt er verkið at inna,
dagur líður brátt.
 
2. Arbeið, tí náttin kemur,
arbeið um middagstíð,
lat ikki dagsins møði
minka starv og stríð.
Minst til á hvørji løtu,
at tað er Harrans verk;
um tyngist tær á føti,
er Harrans náði sterk.
 
3. Arbeið, tí náttin kemur,
arbeið, tá setur sól,
arbeið, tá myrkrið sígur
yvir skýmdan hól.
Liva til Harrans æru,
nýt hvørja løtu væl,
so skal, tá nátt er komin,
hvíldin vera sæl.
 
Annie Coghill 1854. J. Dahl 1925.
Lag: Sl. 257.

Í morgunløtuni hesa vikuna, syngja vit sálm nr. 369
– afturat einum føroyskum og einum útlendskum sangi.

Gakk tú fram við góðum treyst,
tú ert ei aleina;
Harrin tó er tann, ið best
leiðirnar kann beina.
 
2. Firnast ikki myrkur svart,
bjartar stjørnur standa;
hevur faðirvár tú lært,
óttast tú ei vanda.
 
3. Fyri tí, tú veitst, er rætt,
doyggj, um so má vera;
tá skal lívið falla lætt,
deyðin einki gera.
 
Chr. Richardt 1867.
J.H. Poulsen og Niels Winther 1895.
Lag: Sl. 79.