Enn ein góður SSS-ítróttardagur. Hesin varð skipaður í Kaldbak og høvdu vit ymisk spøl við okkum.
Eins og lýst í ársætlanini, er SSS-ítróttardagurin á skránni í morgin.
08:00 Møta í skúlanum so vit kunnu fylgjast út á Klivar
08:15 til Havnar
08:40 kemur bussur av Velbastað eftir okkum
09:00 í Kaldbak
12:00 úr Kaldbak
12:30 til Nólsoyar
Tað er umráðandi, at næmingarnir møta í skúlanum, eru ílætin hóskandi til veðrið, hava matpakka og vatndunk – og mánaðarkortið – við sær.
Er onkur næmingur, ið ikki skal við til Nólsoyar, mugu foreldrini boða flokslærara frá hesum.
JavS
Í dag vitjaði “Frískúlin í Havn – á Velbastað”. Vit høvdu felags morgunløtu, ótu matpakka, fóru upp á gólv og spældu eisini spølini, ið vit hava við til Kaldbaks í morgin.
Vit fóru eitt rend at hyggja at blómunum, Jens-Kjeld hevur sett niður. Í prátinum um nýtsluplantur, varð m.a. nevnt “Notu-pannukøkur”, ið uppskrift er á hesi slóð:
https://www.skoven-i-skolen.dk/content/brændenælde-0#hvad
JavS
Mánadagin 23. mai er heilsurøktarfrøðingurin saman við eldra bólki. Frískúlin á Velbastað vitjar okkum í morgunløtuni, matarsteðginum og fríkorterinum.
Týsdagin 24. mai er SSS-ítróttardagurin í Kaldbak. Vit møta sum vant í skúlanum og fylgjast út á Klivar.
Mikudagin 25. mai eru lesivegleiðarar í Nólsoyar skúla.
Vikan er stutt, tí hósdagin 26. mai er Kristi Himmalsferðardagur og seinni UMMR-frídagurin er lagdur fríggjadagin 27. mai.
Mánadagin 23. mai er heilsurøktarfrøðingurin, Mari Ann Ellendersen, í Nólsoyar skúla.
Hon er fyrst saman við eldra bólki, 4-7 fl., og prátar við tey um kropsligu/ kensluligu broytingarnar í tannárunum umframt mørk og bólkatryst.
Einstaklinga samrøður og kanningar verða aftaná.
30. mai er heilsurøktarfrøðingurin eisini í skúlanum.
JavS
Týsdagin 10. mai 2022 fara vit aftur at svimja í Gundadali
Fyri at dagurin skal eydnast so væl og trygt sum gjørligt eru hesar leiðreglur:
- Vit møta í skúlanum.
Síðani fylgjast vit út á Klivar og fara til Havnar kl. 8:15.
Tað lættir øgiligt um, um øll møta í skúlanum, stundisliga. - Vit sigla heim aftur kl. 12:30.
- Er onkur næmingur, ið ikki skal við til Nólsoyar, mugu foreldrini boða flokslærara frá.
Minnist til:
Mánaðarkort (tey, ið gjalda)
Matpakka
Vatn-dunk
Svimjiklæði og handklæði
…og ílætin klæði, ið hóska veðrinum
JavS
3. mai 1872, varð Símun av Skarði borin í heim.
Tí nýttu vit eina løtu í morgun at práta um tjóðsangin, sálmin hesa vikuna og Føroya Fólkaháskúla.
Snar hevur ymiskt á hesi slóð:
Í dag nýttu vit høvið, aftur, at prýða brimgarðin við krit-sirkul-myndum. Samstundis varð hampað um málningarnar við at vaska rust burtur.
Eitt er at prýða, annað er at halda við líka.
Nú umhvørvisvika er, hava vit prátað um umhvørvið, dálking og prýði.
Kanska fleiri hugskot eru til hættir at list-prýða bygdina?