Góðu nólsoyingar!

Fríggjadagin 18. sept. 2015 verður skúlarenning í Nólsoy.

Næmingar av Velbastað og úr Kaldbak renna saman við næmingunum í Nólsoy, í “SSS-samstarvinum”.

Tí verður heitt á øll at vera sera ansin, meðan gott 100 børn renna.

Góðu foreldur!

Tykkum kunnugt, verður felags foreldrafundur týskvøldið 15. september 2015, í Nólsoyar skúla.

Í ár verður fundurin skipaður soleiðis, at seinna tíman eru øll foreldur at børnum í Nólsoy (0-18 ár) vælkomin niðan at umrøða SSP-tiltøk og “Tað trygga barnalívið”. Umboð úr SSP og sosialu deild standa fyri hesum partinum.

19:30 Felags foreldrafundur:

  • Skúlin
  • Skúlastýrið

20:30 Fyri øll foreldur at børnum 0-18 ár í Nólsoy:

  • SSP
  • “Tað trygga barnalívið”

Vit enda kl. 21:30

Við vón um gott ár!
Jákup av Skarði

Í morgin møta øll sum vant í skúlanum.

Kl. 8:20 fara 6. fl., 7. fl. og Jákup til Havnar á skeið í Spæliliðnum. Vit eru á skeið (í Dansifrøði) kl. 9 til 15. Næmingarnir fara út aftur kl. 16:20, um einki annað er avtalað við Jákup.

Næmingarnir skulu hava innandura ítróttarklæði við sær og best er um tey eisini hava innandura-skógvar.

Vit fáa ábit á skeiðinum.

Næmingarnir í 6. fl.

Fiskitúrurin við Westward Ho verður mánadagin 7/9-15 kl. 7:45.

Tí skulu næmingarnir møta á keiini í Nólsoy kl. 7:15.
Vit fara inn kl. 7:20 og koma ætlandi út aftur kl. 12:30.

Úr faldaranum næmingarnir fingu við sær, skulu tit afturat matpakka og vatndunki eisini hava hetta í huga:

  • Gummistivlar og pulshosur
  • Regnklæðir
  • Heita troyggja og húgvu
  • Handskar ella vøttir
  • Vindtættan jakka

Latið næmingarnar hava lítla tasku við sær til viðføri, so sleppast kann undan plastposum.

Túrurin er í SSS-samstarvinum, t.v.s., at næmingar og lærarar av Velbastað og úr Kaldbak eisini eru við. Jákup verður við næmingunum úr Nólsoy.

Góðu tit 🙂

Ymsar myndir eru lagdar á heimasíðu okkara, at tit kunnu fáa eitt innlit í partar av tí vit arbeiða við hesar fyrstu tvær vikurnar.

Kanska eitt trøll

Tykkum kunnugt verður farið til Havnar í morgin.

07:45 Vælkomin niðan í skúlan
08:00 Gera klárt at fara út á Klivar
08:20 Til Havnar
09:30 Fornminnissavnið og Náttúrugripasavnið: “Grót”
11:00 Jarðfeingið: “Grót”
12:30 Út aftur til Nólsoyar

Minnist til hóskandi klæði, matpakka/vatndunk og mánaðarkort.

Góðu næmingar, foreldur og avvarandi!

Vónandi geva tit tykkum stundir at “hyggja inn” av og á. Tíðindi og myndir eru dagførd og nevnast kunnu áminningar um mánaðarkort og “Strok”.

Við bestu ynskjum
Nólsoyar skúli

Nú meðan vatnið skal kókast, hevði tað lætt óføra væl um, um næmingarnir tóku fullan vatndunk við afturvið matpakkanum.

Skúlabyrjan 2015/2016

Mánadagin 17. august byrjar skúlaárið 2015/2016.

Kl. 10:00-10:45 bjóða vit 1. flokki vælkomnum.
Kl. 11:00-11:45 bjóða vit 2.-7. flokki vælkomnum.

Við ynskjum um gott og læruríkt skúlaár
Nólsoyar skúli