Summarguðstænasta í Nólsoyar kirkju verður:
Fríggjadagin 17. juni, kl. 10 v/ Ann Hermansdóttir

Nú “korona-friður” er, eru øll sjálvsagt vælkomin
hesa løtuna saman við næmingum og lærarum.

Sálmarnir, sungnir verða, eru:
555: Nú skínur sólin bjarta
705: Mána og sól
723: Mong tey klaga um veður og vind
370: Gakk tú tryggur

Fyrstilærarin

Á samkomu í Bowlinghøllini í morgun fingu spæliliðini í skúlunum í Tórshavnar kommunu handað prógv. Nú hava skúlarnir í Tórshavnar kommunu havt spælilið í nógv ár, og hetta er eitt tiltak, sum riggar væl, og sum yngru næmingarnir gleðast um. Tað eru eldri næmingar í sætta og sjeynda flokki, sum skipa fyri spølum við yngru næmingunum ávís fríkorter.


Www.torshavn.fo


Mikudagin 1. juni 2022 fara vit aftur at svimja í Gundadali 

Fyri at dagurin skal eydnast so væl og trygt sum gjørligt eru hesar leiðreglur:

  1. Vit møta í skúlanum.
    Síðani fylgjast vit út á Klivar og fara til Havnar kl. 8:15. 
    Tað lættir øgiligt um, um øll møta í skúlanum, stundisliga.
  2. Vit sigla heim aftur kl. 12:30.
  3. Er onkur næmingur, ið ikki skal við til Nólsoyar, mugu foreldrini boða flokslærara frá.

Minnist til:
Mánaðarkort (tey, ið gjalda)
Matpakka
Vatn-dunk
Svimjiklæði og handklæði
…og ílætin klæði, ið hóska veðrinum

JavS

Eins og lýst í ársætlanini, er SSS-ítróttardagurin á skránni í morgin.

08:00 Møta í skúlanum so vit kunnu fylgjast út á Klivar
08:15 til Havnar
08:40 kemur bussur av Velbastað eftir okkum
09:00 í Kaldbak
12:00 úr Kaldbak
12:30 til Nólsoyar

Tað er umráðandi, at næmingarnir møta í skúlanum, eru ílætin hóskandi til veðrið, hava matpakka og vatndunk – og mánaðarkortið – við sær.

Er onkur næmingur, ið ikki skal við til Nólsoyar, mugu foreldrini boða flokslærara frá hesum.

JavS

Í dag vitjaði “Frískúlin í Havn – á Velbastað”. Vit høvdu felags morgunløtu, ótu matpakka, fóru upp á gólv og spældu eisini spølini, ið vit hava við til Kaldbaks í morgin.

Mánadagin 23. mai er heilsurøktarfrøðingurin saman við eldra bólki. Frískúlin á Velbastað vitjar okkum í morgunløtuni, matarsteðginum og fríkorterinum.

Týsdagin 24. mai er SSS-ítróttardagurin í Kaldbak. Vit møta sum vant í skúlanum og fylgjast út á Klivar.

Mikudagin 25. mai eru lesivegleiðarar í Nólsoyar skúla.

Vikan er stutt, tí hósdagin 26. mai er Kristi Himmalsferðardagur og seinni UMMR-frídagurin er lagdur fríggjadagin 27. mai.