Aftur í ár er møguleiki at melda til í skúlanum.
Mánakvøldið 27. august. 2018, kl. 18 til 21.
Minnist til teldupostadressu, p-tal og gjaldskort.
Aftur í ár er møguleiki at melda til í skúlanum.
Mánakvøldið 27. august. 2018, kl. 18 til 21.
Minnist til teldupostadressu, p-tal og gjaldskort.
Góðu næmingar og foreldur
“Flestu húski við børnum kenna til barnaorm. Barnaormur kemur fyri allastaðni í heimi og hjá øllum fólki á øllum aldri, tó er hann vanligastur hjá børnum og ungum.”
Slóð til frágreiðing um barnaorm er her
Brot úr tekstinum:
“Barnaormur verður viðgjørdur við mebendazol (Vermox®) ella pyrvin (Vanqiun®). Alt húskið skal viðgerast samstundis.
Mebendazol: Mebendazol fæst ávikavíst sum tablettir og flótandi á apotekinum eftir forskrift. Heilivágurin skal gevast tríggjar ferðir við á leið 2 vika millumbili. Vanliga er ein viðgerð nóg mikið. Mebendazol virkar á tann hátt, at ormurin upptekur ikki so lætt sukur, og tá doyggja bæði tann vaksni ormunin og ormveran. Eggini kunnu yvirliva. Tá ið ormarnir eru deyðir, hvørva teir við skarninum.”
Góðu næmingar 🙂
Hósdagin 16. august 2018 byrjar nýggja skúlaárið.
Allir næmingar møta í skúlanum kl. 10:00.
Við ynskjum um læruríkt 2018/2019 🙂
Bára, Anna Marna og Jákup
Góðu foreldur/avvarandi.
Í partinum “Ársætlan 2017/2018” eru tær dagfestingar settar inn, ið næmingarnir fingu við sær heim í dag.
Vinarliga
Jákup av Skarði, fyrstilærari
Góðu nólsoyingar
Mikukvøldið 11. apríl, kl. 19, bjóða vit tykkum niðan í Nólsoyar skúla til alment tiltak við yvirskriftini: Málmenning
Góðu næmingar og foreldur/avvarandi.
Skúlagongdin byrjar aftur týsdagin 3. apríl.
Gleðiligar páskir.
Jákup av Skarði
Fyrstilærari