
Tó at talan var um korona-jólahald, fegnist eg um hugnaligu løtuna við røskum næmingum.
JavS
Tó at talan var um korona-jólahald, fegnist eg um hugnaligu løtuna við røskum næmingum.
JavS
Góðu næmingar og foreldur.
Jólahaldið er hervið útsett til í morgin, sunnudagin 13. des. kl. 17.
Jákup
Góðu næmingar, foreldur og avvarandi.
Sum ætlað, verður jólahaldið komandi leygardag (12/12-2020) kl. 17 til 19.
Størsti munurin í ár er, at jólahaldið bert er fyri næmingar, systkin teirra og foreldur.
Við atliti at korona, verður heitt á øll at vera sera umhugsin – við reinføri og frástøðu. Eru nøkur sjúkutekin, eigur persónur ikki at møta.
Við bestu ynskjum um gott og trygt jólahald.
Jákup av Skarði, fyrstilærari
Frelsarin føddur, boðar eingla ljóð,
bjarging er vunnin nú til heimsins tjóð.
Hastið hirðar, berið kvøðu,
barninum av himni høgum.
Lovið Guði hátt, lovið Guði hátt.
Tú himnadrottur borin ert í kvøld,
borin av kvinnu undir stjørnufjøld,
knæ vit boyggja, eyðmjúk verða,
foldar børn tær kvøðu bera.
Kvøð halleluja, kvøð halleluja.
Harranum bera kvøðu vit og prís,
menniskjans børnum er nú frelsan vís.
Harrin vísti heimi náði,
friður, semja tí nú ráði,
eins og jólanátt, eins og jólanátt.
Góðu næmingar.
Minnist til, at tit mánadagin skulu taka eina bundna troyggju við í skúla – og at hendan troyggjan verður í skúlanum alla komandi viku – til filmsupptøkurnar.
Framhaldandi gott vikuskiftið
JavS
Í útvarpinum vísa tey til hesa slóð til jólakalendaran 2020.
” Staðbundnu nevndirnar halda fast við verandi skúlabygnað og ynskja sostatt ikki, at smáu skúlarnir verða lagdir saman við størri skúla. Á fundi í mentamálanevndini tann 10. juni í 2020 varð so endaliga samtykt, at smáu skúlarnir verða ikki lagdir saman við størri skúla. “
Loksins er málið endað og vit kunnu arbeiða áfram við samstarvsmøguleikum. Slóð til greinina.
JavS
Góðu foreldur
Í jólamánaðinum hava vit ein talgildan kalendara, ið næmingar tekna og skriva søgu til. Harafturat nýta vit høvið, at næmingar skiftast um at taka pakka burturúr jólasekkinum.
Hesir pakkar, eru pakkar heimanífrá. Hvør næmingur má, í seinasta lagi týsmorgunin (1. des.), taka ein pakka við, ið verður lagdur í jólasekkin. Í pakkanum skal vera okkurt, ið hóskar bæði til gentu og drong – og tað skal ikki vera etandi. Pakkin kann væl vera heimagjørdur, men verður keypt, skal í mesta lagi keypast fyri 30 krónur.
Lærararnir
Aftur í morgun tosaðu vit um hvussu vit fyrihalda okkum til eld – í dag varð prátað um grýtur/lok, brandteppi, roykávaringar og at ringja “eitt eitt tvey”.
Hesa vikuna syngja vit:
Sálm nr. 544, “Tíðin rennur sum streymur í á”
“Helena Hara”
Rubber Blubber Whale
Í matarløtuni er hesi klassiski tónleikurin.
Bestu ynski um góða og læruríka viku.
JavS
“Stöddfröði er í öllum”. Eisini, tá ið dreingirnir í eldra bólki byggja mynstur: